Lýsing
Lýsing
Lýsing

Kim og Kemm

SKRIVAÐ: Fríðálvur A. Jensen  |  28.06.2020 - 13:00 Mentan Vinna

Lagnan

Seta orð á tað – vit onnur hugsa

Enn eina ferð hevur Kemm tikið í aftur pennin og setur orð á tað, okkara lív á foldum hevur til okkum av avbjóðing.

Eg hugsi kortini at orðini eru meira hvøss hesaferð, tí ongin ivi er um, at hjá honum kann lívið onkuntíð tykjast harðligt og ikki so rættvíst.

Men aftur her fær ein hesa kensluna av eini frígering, at hann á henda hátt kann seta orð á og deila við okkum onnur, sum ofta kunnu taka alt, meira ella minni, fyri givið!

Mær dámar sanniliga tekstingina hjá Kemm, tí ikki bara hevur hann sínar avbjóðingar, men eisini fái eg hesa kensluna av eini áminning um, at alt ikki altíð bara er ein dansur á rósum.

Sanniliga er hann eisini ljósur og vísir á tað ljósa, sum vit skulu taka til okkum og fegnast um.

Tað er eitt sera heppið val, at hava fingið Kim Hansen at taka sær av tí sangliga partinum, tí tað er ikki at dylja fyri, at ikki bara er hann millum okkara frægastu, men hann leggur seg ordiliga eftir at fáa orðini væl og skilliga fram, so vit verða tikin við í tað, Kemm vil siga okkum.

Eisini er sjangran løgd júst har hon skal, tí um akkordirnar kunnu standa frammi í einum pompøsum dámi, er ferðin á tónleikinum løgd soleiðis, at ein fær eina góða og trygga uppliving!

Tað er eisini løgd ein góð og nærløgd hond á tónleikaliga partin, tí her er gott og klaverspæl og ikki minst dámar mær góða guitarspælið, sum onkursvegna gevur eitt “outbreak” og hóskar væl inn í samlaða tónleikaliga úrslitið.

Produktiónin er eisini á einum rættiliga høgum støði, tí her er talan um eina góða javnvág millum sangin og tónleikin.

Tað er ongin ivi um, at Kemm her aftur her hevur givið sær sjálvum eina fríheit til at kunna seta orð á tað hann kennir til, men eg eri sera fegin um, at hann soleiðis tekur okkum øll onnur við á hesa ferðina, sum gevur so nógv at hugsa um!

Eisini er tað sera jaligt og gevandi, at ymsu tónleikararnir taka undir við tí, sum Kemm Poulsen leggur úr hondum!

Her verður ongin stjørna sett á, tí stjørnurnar eru tit – takk fyri!

Her er sangurin:

https://www.youtube.com/watch?v=bHP-N3BOoyg

 

Fríðálvur A. Jensen

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hálvir sannleikar og heilar villeið­ingar…
Biskupstøðgarðu­rin sunnudagin 2. novembe…
62°N 62 ÁR
Atgongumerki eru eftir aftanfyri málið
Mentan­arvirðislø­nir landsins verða handa…
Fimleikafagnaðu­rin 2025 8.-.9.nov.
Upptakt: KÍ-Víkingur
Eingin ivi: Alfred heldur við KÍ
Myndarøð 4: Steypadystu­rin 2016
Friður á pallinum
Epli og gularøtur av Sandi
Minningarhald á Toftum
Myndarøð 3: Vit minnast 2016
Myndarøð 2: Vit minnast 2016
Myndarøð 1: Steypafinalan 2016
Loksins er serstøk avtala um løn undir ú…
Føroyar, Grønland og Áland fáa fastan se…
Regin Jørgensen í Gallarí Á Stongunum
Fýra U18 leikarar til World Masters ì Bu…
Eldrahugni í Betesda