Lýsing
Lýsing
Lýsing

Áhugaverd konsert á Nólsoyar Pálsgarðinum í dag

SKRIVAÐ: Dávur Winther Myndir: Dávur Winther  |  28.06.2020 - 13:33 Mentan Myndarøð Tíðindi

Tað er bólkurin, Svabonia, sum er mannaður við Angelika Hansen á violin, Fiona Parker á horn, Daniel Rye á klarinett og Ólavur Jakobsen á gittarasum í dag kl 15 spæla løg, sum vóru uppi í tíðini á Nólsoyar Páls døgum.

Við sær hava tey eisini eina violinin, sum Nólsoyar Páll skal hava spælt uppá. Hon hevur í eina tíð verið í varðveitslu á Tjóðsavninum, men í sambandi við tríggjar konsertir hjá bólkinum Svabonio, er violinin ”leyslatin” at brúka til tónleikaframførslur.

Johan Mortensen greiðir frá, at violinin hevur verið ein partur av innbúgvinum hjá Mortensen-familjuni á Tvøroyri. Tað var bróðursonur Nólsoyar Pálls, hin navnframi Nólsoyar Jógvan, sum hevði violinina við til Tvøroyrar.

Ongin ivi er um, at Nólsoyar Páll eisini hevur spælt upp á hesa violinina, verður sagt.

Umframt at spæla løg úr nótabók Svabos, sum Daniel Rye hevur lagt til rættis, fara tónleikararnir eisini at spæla verk eftir Beethoven og Mozart.

Nólsoyar Páll og Svabo kendust, og hava helst spælt saman - kanska hava fyrstu strofurnar av Fuglakvæðinum verið spældar upp á hesa violinina, sigur Johan Mortensen, sum eisini greiðir frá, at violin hevur verið í varðveitslu í ættarlið í teirra familju.

Tað verður spennandi, tá ið henda violinin fer at ljóma á garði Nólsoyar Páls í Klaksvík í dag kl. 15.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veðrið í vikuni
Unglingi meiddi seg illa av fløskubroti
Ísland vann U-lands­dystir­nar í Klaksvík
Ikki nóg kaldir í hitanum
Livandi Varmakelda
DUOPOL: Føroyskur rokkari skiftir kós –…
Føroyar í finaluni eftir fimmsettara ímó…
FML: Føroyskt met til Ægir, og enn flest…
Góðar 220.000 krónur til EB
Gamla Slanga á Tvøroyri
Fleiri námsfrøð­ingar og hjálpar­fólk til…
Ægir nýtt mett í 4x100 frí fyri mix-lið
Veðrið um vikuskiftið
Partalagsfundur millum Føroyar og USA hi…
Føroyar vann 3-2 á Georgia
Mai 2026 – miðal heitur og eitt sindur t…
Flogbóltsmenni­nir vunnu á Norð­urírlandi
Nevndin í Stjørnuni hevur skipað seg
Fullveldis­politikkur og vantandi viðlíka…
Skulu skapa fleiri kjansir