Lýsing
Lýsing
Lýsing

Svabonio konsert á Nólsoyar Pálsgarðinum

SKRIVAÐ: Dávur Winther Myndir: Dávur Winther  |  28.06.2020 - 20:56 Mentan Myndarøð Tíðindi

Tað var ein frálík og serstøk konsert, sum kvartettin, Svabonia hevði í serstøku húsum Nólsoyar Páls í dag.

Tað vantaði bert, at fólkini, sum spældu, sótu undir parúkkum og høvdu spenni á skónum – júst, sum á døgum Nólsoyar páls.

Kvartettin, Svabonia er mannað við Angelika Hansen á violin, Fiona Parker á horn, Daniel Rye á klarinett og Ólavur Jakobsen á gittara. 

Til endans á konsertini slapp ein ung genta á bert 11 ár at spæla við. Sólja, sum gentan eitur, er dóttir Fiona Parker og Daniel Rye.

Hon spældi merkisverduga væl, og spældi hon uppá violinina hjá Nólsoyar Páll.

Kvartettin spældi serliga løg úr eini nóta- ella minnisbók hjá Svabo, sum Daniel Rye hevur lagt til rættis fyri hesa kvartettina. Men eisini spældu tey samtíðarverk eftir Beethoven og Mozart – lættar dansir.

Bókin hjá Svabo er dagsett í 1775 og eru í henni eini 230 upptekningar av ymsum løgum ella dansum, hann hevur skrivað niður – Summi teirra hevur hann hoyrt og skrivað niður, meðan onnur teirra eru hansara.

Henda minnisbók, sum seinni av tilvild varð funnin við eina umvæling undan væðingini, hevur verið tátíðarinnar iPhone ella iPad.

 

Samtíðarfólk Svabos:

Wolfgang Amadeus Mozart

27. januar 1756, Salzburg, Eysturríki

5. desember 1791 

 

Ludwig van Beethoven

Desember 1770, Bonn í Týsklandi

Deyður 26. marts 1827 í Wien, Eysturríki

 

Jens Christian Svabo

1746, Miðvágur

14. februar 1824, Tórshavn

 

Napoléon Bonaparte

15. august 1769, Frankaríki

5. mai 1821, Sankt Helena

 

Nólsoyar Páll

11. oktober 1766, Nólsoy

Deyður 1808/9

 

 

Violinin hjá Nólsoyar Páll

Til høvið í dag varð spælt uppá eina lítla violin, sum annars er í varðveitslu á Tjóðsavninum. Hesa violin sigst Nólsoyar Páll at hava átt, og skal hava spælt uppá hana saman við Svabo, sum var virkin í tónleikalívinum í Tórshavn og har umvegir í síni tíð.

Útsetingarnar, sum Daniel Rye eina mest hevur staðið fyri, vóru væl frágingnar og sluppu tey ymsu ljóðførini framat við hvør sítt høvi. Ljóðførini stuðlaðu væl hvørt annað, tó at tey eru so ymisk.

Ein frálík konsert í ”góðustovu” hjá Nólsoyar Páll, har tú kundi lata hugin reika aftur í tíð – Ja, kanska hava fyrstu strofurnar av Fuglakvæðinum verið spældar upp á hesa fiólina.

Tað er Johan Mortensen úr Havn, ættarmaður Nólsoyar Páls, sum hevur tikið stig til, at til bar at sleppa at spæla uppá hetta serstaka ljóðførið, sum helst hevði kunna sagt frá mangari søgu eftir síni ferð.

Hølini á Nólsoyar Pálsgarðinum vóru eisini stak væl egnaði til endamálið við góðar ljóðgóðsku.

Helst verður henda fiólin aftur á lofti, tá ið Nólsoyar Pálsgarðurin alment letur dyrnar upp seinni í summar.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Postkort úr Finlandi
Nýggj pantskipan á G! minkar plastdálkin…
Hóskvøldið spælir NSÍ altjóða dyst í Kla…
KÍ Varpið vísir ikki útidystin móti SJK
Góð úrslit hjá føroysku peningastovnunum
Myndarøð: Víkingur - Lincoln Red Imps
Myndarøð: KÍ á veg til Finlands
Nú skal tað verða - Klaksvíkin skal rudd…
Stakkavík 6000 pund
Søgan um Merle Haggard (6:9)
Poula fer at stýra ítrótti­num á Betri Oy…
KÍ hópurin komin til Vaasa
Einki tap í Champions League dystum í Kl…
Á Kappanum við Jóannesi Paturssyni
Jónleif: Næmingar dáma væl fleiri lærara…
Erik: Sølan til Summar­festivalin er góð
Champions League í Klaksvík týskvøldið
Magnus Powell: Hetta verður spennandi
Felags gagnnýtsla av okkara karmum – tað…
Ferðslu­kunning í samband við Champions L…