Lýsing
Lýsing
Lýsing

Jenis av Rana á fundi við uttanríkisráðharra Íslands

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  30.06.2020 - 08:41 Politikkur Tíðindaskriv

Í dag hevur Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, havt fund við Guðlaugur Thór Thórdarson, uttanríkisráðharra Íslands, í Snæfellsnesi.

Á fundinum umrøddu ráðharrarnir, hvussu Føroyar og Ísland kunnu økja um samstarvið landanna millum.

Samstarv við onnur lond og ætlanir landsins at økja um samhandil við triðja lond varð eisini viðgjørt, umframt at mál, ið hava við Hoyvíksáttmálan at gera, fingu góða viðgerð.

Í morgin verður embætismannafundur í felagsnevndini, ið hevur støðufesti í Hoyvíksáttmálanum, har partarnir fara at víðari viðgera evnini, sum ráðharrarnir hava viðgjørt.

Handilssáttmálin millum Føroyar og Ísland ásetur, at ein felagsnevnd skal hava eftirlit við, hvussu fríhandilssáttmálin virkar. Felagsnevndin hittist regluliga at skifta orð um, hvussu sáttmálin roynist, og um onnur mál, sum hava samband við hann.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Upptakt: Víkingur-KÍ
KÍ kvinnur møta spennandi mótstøðu
Trivnaðar­nevndin á kunningarferð á Klaks…
- Klaksvíkar Havn fær Ídni til sítt virk…
KÍ hevur kunngjørt nýggjan málverja
Nú kunnu GTA-fjepparar seta kross í kale…
Nøkur fá orð Mads Nørregaard Nielsen t…
Serstakt franskt skip í Leirvíksfirði
Klaksvíkar Handils­felag: Opið til kl. 22…
Meistarar eftir óhoyrt framlop
Champions League lutakast hjá KÍ kvinnum…
KÍ fær teir torførastu dystirnar nú
Borgar­stjó­rin vitjar Norðlýsið
Samstarvsavtala um integratión fyri norð…
Stangavegur skal asfalterast
Ítrótta- og rørsluvikan “Vit eru við” ve…
Fyrstu 100 árini hjá VB útgivin í sersta…
Danskur skúli vrakar klassisku tímatalvu…
Mileta í Mjølnir!
Prógvhandanin 2026