Lýsing
Lýsing
Lýsing
Í firtni yvir at Carla Sands leyp miðstaðarpressuna um, bryggjar Birgir Kruse eina patetiska konspiratiónsteori um, at USA, Betesda og Norðlýsið eru gingin saman um at hata Havnina. | Mynd: kvf.fo

Konspiratións-Kruse manglar bara Illuminati

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  09.07.2020 - 18:28 Leiðarin Tíðindi

Við at lesa bloggin hjá Birgiri Kruse, “At flúgva undir radaranum fyri at gera størstan skaða”, fær lesarin ta fatan, at ein myrk konspiratión er gjørd millum Betesda og Hvítu Húsini, sum Norðlýsið verður lagt undir at katalysera, eins og uppskotið um Bústaðir er við í hesi konspiratiónini, ið skal eitast fyri botna í havnahatri. Men verður greinin nærlisin, eru fleiri ábendingar um, at Birgir Kruse bert er særdur av, at Carla Sands ikki vitjaði sín bý.

Kruse rundar sín absurda, men stak undirhaldandi blogg við við einum cliffhangara um “sandósan har norðuri”, har “frúgvin Sands” skal hava havt ørindi, ivaleyst sipandi til samkomuna Betesda. Meginparturin av blogginum er ein sveimandi konspiratiónsteori, sum ikki er verd aftursvar, men nakrar misskiljingar eru eisini, ið ikki kunnu standa órættaðar.

Fyri tað fyrsta vitjaði Carla Sands ikki í Betesda, men í Christianskirkjuni.

Fyri tað næsta er tað ótrúligt, at Kruse fær arbeitt havna-hatur inn í vitjanina. Øll samrøðan við Carlu Sands liggur tøk á heimasíðuni hjá Norðlýsinum, og Tórshavn verður ikki nevnd við einum einasta orði. Tá Kruse spyr “Og hví er so lætt at fáa Klaksvíkina á tal hjá einum fremmandum gesti?”, er tað, sum nívir, at hon ikki hevði ørindi í Havn, ella hvat bagir?

Fyri tað triðja kann ongin í Klaksvík taka sær av ella gera vði, at “tey etableraðu” í Havn vórðu umlopin.

Tað er ein sjálvfylgja, at vit fjølmiðlar tosa við útlendsk sendifólk, tá tey eru her. Okkara uppgáva er at bera tíðindi, og tað eru altso tíðindi, tá ambassadørar hjá øðrum tjóðum eru í Føroyum. Sum okkara journalistiska skylda er, spurdu vit hana um endamálið við vitjanini, og fingu har avsannað eina mytu um herstøð í Føroyum. Nakað vit nú hava sum sitat og kunnu vísa á, skuldi spurningurin komið upp at vent aftur – eisini yvirfyri amerikanarum.

Tað sum ger Birgir Kruse firtnan, kann helst kókast niður í hesa regluna: “Alt tað etableraða verður bypassað. Koyrt, siglt og flogið verður uttan um tað etableraða í høvuðsstaðnum.” Hvat vil Kruse her? Skuldi Norðlýsið sagt nei til eina samrøðu við Sands, tí KvF ella Sosialurin ikki eisini gjørdu nakra samrøðu við hana?

Hvørki Norðlýsið, Betesda ella Klaksvík kunnu álvaratos gera nakað við, at amerikanska sendikvinnan ikki hevur áhuga í at fara á formliga vitjan í Tórshavn. Og Havnin ella miðlarnir har hava heldur ikki krav uppá at fáa uppmerksemi, bara tí tey eru til.

Birgir Kruse skal hava loyvi til at vera nipin av, at amerikanska sendikvinnan leyp sítt kæra miðstaðarøki um. Men at skelda og konstruera eina konspiratiónsteori, sum bara manglar Illuminati fyri at vera fullfíggjað í øllum sínum absurditeti, er púra burturvið. Heldur átti Kruse at vent kanónunum ímóti sínum egna miðstaðarøki, ið er vorðið forvænt við, at alt og øll skulu koma av sær sjálvum til teirra.

 

Bloggurin hjá Birgir Kruse kann lesast her.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Snús ávirkar avrik og orku
Jenis spyr um Holocaust­dagin
Týdningarmikil dystur sunnudagin
Nýtt áhugafelag í Klaksvík
Espen Haug fingið nýtt venjarastarv
Skoyta frá kl 10 - 20 í dag
Neptun hevur lagt kósina og sett ferðina
Tættpakkað venjingarskema í Albir
KSS: Fleiri næmingar í starvs­venjing
Bakkafrost á lista hjá Corporate Knights…
Myndarøð: Testovan Marin Malena lat upp…
Veðrið um vikuskiftið
Ferjulegan á Syðradali má leingjast fyri…
Articon: Sonja E. Simonsen nýggjur húsas…
TTS: Næmingar í starvs­venjing
Fá hjálp til Samleikan og Vangan
Torradagar aftur á skrá
Høg flóð í 2013
Jenis spyr um tilknýti Føroya til WHO
Silva Cup í Klaksvík