Lýsing
Lýsing
Lýsing

Upptakt: B36-KÍ

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  12.07.2020 - 07:18 Ítrottur Tíðindi

Dysturin á Tórsvølli í dag snýr seg um, hvør skal fylgja við HB og NSÍ í oddastríðnum.

B36 og KÍ hava einaferð áður spælt skrásettan dyst á Tórsvølli. Tað var í finaluni um løgmanssteypið í 2001, har B36 vann 1-0.

Hósdagin skrivaði Norðlýsið, at KÍ fekk skaðar o.a. móti HB, sum gera fortreytirnar verri hendan dystin. Og tað verður eitt nakað broytt KÍ-lið, sum fer á vøllin í dag. Odmar Færø og Ísak Simonsen fóru skaddir av vøllinum móti HB og spæla neyvan hendan dystin. Jákup B. Andreasen byrjaði á bonkinum og spældi helst longri enn ætlað, tí hann kom inn í hálvleikinum, meðan Ole Erik Midtskogen var darvaður av langa dystinum. Hvørgan tóktist tó fáa nakran skaða, men tað má metast sum ivasamt, um báðir spæla frá byrjan. Hjá B36 eru eisini fleiri ivamál. Erling Dávidsson er langtíðarskaddur, meðan Sonni Ragnar Nattestad ikki spældi seinasta dyst. Símun Rógvi Hansen hevur heldur ikki spælt síðstu dystirnar, meðan Eli F. Nielsen mátti tíðliga av vøllinum móti B71 mikukvøldið.

 


Dysturin á Tórsvølli byrjar kl. 15.00, og dómari verður Jóhan Hendrik Ellefsen.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival
Julian føroyskt met á 5 km og danskur me…
Myndarøð: Upplatingarveitsla á KG
Kythira! -Ella kanska ikki?
Hitabylgjur verða sannlíkt vanligari kom…
Móðir KÍ-leikarar í skelkandi tapi
Varpið vorðið miðdepilin í Klaksvík
Upptakt: KÍ-07 Vestur
Føroyar í hálvfinaluni eftir sigur á And…
- Errin bjóða vit øllum heiminum inn til…
Jógvan Júst talar í Betesda sunnudagin
Føroysku flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu 3-0 á…
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…