Lýsing
Lýsing
Lýsing
Oliver er náttúrumenniskja og dámar væl at verða á floti ella burturi í haga

Ein fólkslig eldsál fyllir sjeytifýra

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  23.07.2020 - 19:03 Merkisdagar & Kunngerðir Tíðindi

Í dag 23. juli fyllir Oliver Joensen, fyrrverandi eigari og núverandi blaðstjóri og myndamaður á Norðlýsinum, 74 ár. So gott sum øll í Klaksvík og helst øllum Norðoyggjum munnu kenna fryntliga mannin við myndatólinum, sum við sínum myndum dokumenterar bæði smátt og stórt frá tí mest gerandisliga til tað mest forkunnuga í nærumhvørvinum. At heimasíðan hjá Norðlýsinum er ein tann mest lisna og endurgivna av øllum føroyskum heimasíðum er ikki minsti Oliver og hansara myndarøðum fyri at takka.

Googlar ein uppá ”Oliver Joensen”, so koma nøkur sonevnd ”tags” fram, og eitt av teimum sigur ”legenda”. Google veit. Oliver Joensen er nevniliga ein legenda í Norðoyggjum, og hóast honum bert írestar eittans ár at vera trífjórðings øld, so drívur hann á við sama áræði og í fullum starvi á Norðlýsinum. Oliver hevur í síní drúgvu starvstíð á Norðlýsinum dokumenterað alla tí nýggjaru søguna í Klaksvík og Norðoyggjum. 

Oliver varð føddur stutt eftir krígslok, í 1946, og vaks upp við grannum sum Halduri Holm, Dávamonnunum, bilstøðini hjá Hjørleifi og ikki so langt burturi frá Bernhardi Brim. Oliver hevur stóran alsk til náttúruna, og sæst javnan veiða bæði fisk og fugl av báti.

Størsti varðin eftir Oliver er sjálvsagt Norðlýsið, sum hann framvegis myndar, og sum hann átti og rak í samfull 43 ár frá 1976, tá hann keypti blaðið, og til 2017, tá hann seldi tað til okkum núverandi eigarar. Í hesum tíðarskeiðinum upplivdi hann eisini 100-ára dagin á blaðnum í 2015. Tí hóast blaðið áður hevur ligið í tungum sjógvi, so er ein føst vending, at ”Norðlýsið kemur altíð aftur”. Í dag er Norðlýsið tað einasta eftirlivandi lokalblaðið í Føroyum og hevur verið einsamalt leingi.

Oliver er giftur Elsu, og tey eiga tilsamans fýra børn, sum øll so ella so eru virkin innanfyri tað grafiska og innanfyri miðlar. Sonurin John William og døturnar Jacobina, Jastrid og Hannefía hava fingið gott lagt í beinið, og súreplini eru ikki fallin langt burtur frá trænum.

Ein annar varði eftir Oliver Joensen er sjálvsagt Føroya Sjómannadagur, ið Oliver tók stig til saman við øðrum góðum kreftum, herundir soninum John Williami. Heilt natúrliga liggur hesin dagurin í Klaksvík, og veksur seg bara størri og størri, og var í fjør av festivalstødd og við vitjandi úr øllum landinum. Ein sannur veitsludagur, har vinnulívið í økinum vísir seg frá síni bestu síðu og bjóðar ein ókeypis familjudag, soleiðis at skilja, at dagurin er rúsfríur og skilir seg á tann hátt frá festivalunum. Í ár mátti dagurin lúta fyri Corona-heimsfarsóttini, men eins og við Norðlýsinum, so ivast ongin í, at Sjómannadagarnir koma altíð aftur. 

Úr rúgvuni av øðrum varðum har Oliver hevur átt sín stóra leiklut eru Norðoya Kunningarstova, stóru Sølustevnurnar, Kópakonan, Torradagar og Undirsjóvarakvarium. 

At lyfta arvin eftir teir tríggjar risarnar í Norðoyggjum, Símun Petur Zachariassen, Hákun Djurhuus og Óla Dahl skuldi ein trúð var ógjørligt, men tað megnaði Oliver Joensen í meira enn ein mansaldur, og enntá í eini tíð, har vit hava upplivað eitt ótal av miðlum, sum hava mugað snarað lyklinum um. Oliver dagførdi og moderniseraði Norðlýsið og fekk tað soleiðis inn í nýggju talgildu tíðina. 

Ein heil bók kundi verið skrivað um megnarmannin Oliver Joensen, og hvør veit, um ikki ein verður tað. Men við hesum fáu orðum skal eg vegna Norðlýsið ynskja fyrrverandi eigarinum og núverandi starvsfelagnum hjartaliga tillukku á 74-ára degnum!

Lýsing
Seinastu tíðindini
KJ hevur handað tvíkiljuna Skuda Sund ti…
KJ hevur handað tvíkiljuna Skuda SundHEV…
Broytingar í ferðsluni
Kaj Eli Blábjørg til minnis
Tøk pláss á Tøknibreyt­ini
Boða frá tiltøkum til norð­oyastevnuskrán…
TARIRA konsert í Varpinum
Alla Østerø sýnir fram
Grønland finnur seg ikki í tí – Føroyar…
Watch Me I'm Free
Siloakórið sangløtu mikukvøldið kl. 20
Jørgin Dahl letur tveir spildurnýggjar s…
Nú verður lættari at sleppa av við fløsk…
Klaksvíkar kommuna fer at skifta graslík…
Tjørnunes sigla millum Hvannasund, Svíno…
Ein vinarlig áheitan frá Miðflokki­num ti…
Framtak hevði eitt gott ár í 2023
Varpið fær tríggjar milliónur frá løgtin…
Tunga ferðslan darvað av kommununi
Randi á Bergi í starv hjá Blueberry Avia…
Lýsing