Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mánaðarskiftið juli/august fer avtalan millum Koda og Youtube úr gildi, og eftir tað fer Youtube ikki at spæla føroyskan ella danskan tónleik. | Mynd: Tilvildarlig.

Føroyskur og danskur tónleikur burtur av Youtube

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  31.07.2020 - 14:23 Mentan Tíðindi

Á miðnátt í nátt, 31. juli, gongur avtalan millum Koda og Youtube út. Talan er um eina fyribils leinging av eini avtalu, ið gekk út í apríl, og Youtube vil ikki leingja hana longur. Krøvini frá Youtube til Koda eru strong, og umfata m.a., at gjaldið til tónleikararnar, hvørs tónleikur verður spældur, skal minka við umleið 70%. Hesum vil Koda ikki finna seg í, og tí verður ikki gjørligt at hoyra danskan og føroyskan tónleik á Youtube, áðrenn ein nýggj avtala er komin í lag.

Miðlastjórin hjá Koda, Kaare Struve, er sera misnøgdur við framferðarháttin hjá Youtube, og tað sama er forstjórin í Koda, Gorm Arildsen. Teir siga báðir við Ritzau, at Google, ið eigur Youtube, misnýta sítt vald sum “tech-gigantar” til at trýsta eina avtalu ígjøgnum, sum Koda ikki kann liva við. Teir siga, at gjaldið frammanundan var í lægra lagi í mun til hvat sangskrivarar og komponistar fáa frá øðrum stroymingartænastum.

Umframt føroyskan og danskan tónleik, so rakar hetta eisini finskan og norskan tónleik á Youtube. Ætlanin var at hesi londini skuldu gera eina felags avtalu við Youtube. Tað er ikki greitt, um Youtube steðgar tónleikinum beinanvegin, tá vit fara inn í august, men í øllum førum kann norskur, finskur, danskur og føroyskur tónleikur vera burtur av Youtube nær sum helst aftaná miðnátt.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Upptakt: Víkingur-KÍ
KÍ kvinnur møta spennandi mótstøðu
Trivnaðar­nevndin á kunningarferð á Klaks…
- Klaksvíkar Havn fær Ídni til sítt virk…
KÍ hevur kunngjørt nýggjan málverja
Nú kunnu GTA-fjepparar seta kross í kale…
Nøkur fá orð Mads Nørregaard Nielsen t…
Serstakt franskt skip í Leirvíksfirði
Klaksvíkar Handils­felag: Opið til kl. 22…
Meistarar eftir óhoyrt framlop
Champions League lutakast hjá KÍ kvinnum…
KÍ fær teir torførastu dystirnar nú
Borgar­stjó­rin vitjar Norðlýsið
Samstarvsavtala um integratión fyri norð…
Stangavegur skal asfalterast
Ítrótta- og rørsluvikan “Vit eru við” ve…
Fyrstu 100 árini hjá VB útgivin í sersta…
Danskur skúli vrakar klassisku tímatalvu…
Mileta í Mjølnir!
Prógvhandanin 2026