Lýsing
Lýsing
Lýsing

Krút sterka kvinnuliðið hjá KÍ hevur nú 33 stig

SKRIVAÐ: Tekst og myndir: Oliver Joensen  |  02.08.2020 - 19:25 Ítrottur Mentan Myndarøð Tíðindi

Ikki kann sigast annað enn at kvinnurnar hjá KÍ eru í eini serstøðu í føroyskum kvinnufótbólti. Hóast spádómar um niðurgongd tá “tær gomlu fóru at leggja frá sær”, so síggja vit nú eitt nærum spildurnýtt kvinnulið fara til sigur aftaná sigur í landskappingini.

Aðrastaðni í landinum hava “bygdir og býir” roynt at lagt síni lið saman, fyri at manna seg upp ímóti KÍ kvinnunum, men hetta hevur í veruleikanum bara gjørt kvinnuliðið hjá KÍ sterkari.

Í dag var mótstøðuliði NSÍ, sum er á øðrum plássi í kappingini. Men eisini tær máttu av Klaksvík í dag við einum tapi upp á 2-0 til KÍ liðið.

KÍ kvinnurnar hava nú 33 stig fyri 11 dystir, altso fult stigatal, ímeðan tað liðið, ið er nr. 2 í dag er NSÍ, sum hevur 15 stig fyri 10 dystir.

Um kappingina hjá kvinnunum kann annars sigast, at munurin ímillum styrkina á teim ymsu liðunum er í dag nógv minni enn hann onkuntíð áður hevur verið. Dystirnir, sum spældir vera eru tí nógv tættari og tí eisini meira spennandi enn áður. Hetta vísir seg eisini í, at í dag eru fleiri áskoðarar til kvinnudystirnar enn vanligt hevur verið.

Myndir frá dystinum:

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mileta í Mjølnir!
Prógvhandanin 2026
Laila & Malan á Summar Festival
Stórur áhugi fyri HM 2027: Telefonir­nar…
Skal bussskýlið sprongj­ast í luftina?
Føroyski stuttfilmu­rin “Eingin veit á mo…
Kunning um royndar­loyvi eftir reyðæti
Norð­urlendska tollsamstarvið styrkir eft…
Nú kennir KÍ sínar báðar møguleikar í 2.…
Páll Müller aftur í Team Klaksvík!
Swangah á Voxbotn 2026
Tríggir næmingar fáa prógv
Ein ferð gjøgnum Jákupsbrævið við Petur…
Hvat er ætlanin við Ídni?
Jenis spyr lands­stýrismannin um framtíði…
Reisigildi uppi á Deild í Mikladali
Johnny er formaður í grønlendsku Nýskipa…
Páll Müller satsar uppá hondbóltin
KÍ skal spæla móti FC Atert Bissen
Sí lutakastið her