Lýsing
Lýsing
Lýsing
Tíðindini 3. august um ósemju kring Húsarhaldsskúla Føroya vóru falskur alarmur. | Mynd: Húsarhaldsskúli Føroya

Húsarhaldsskúlin: Alt væl

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  04.08.2020 - 14:56 Politikkur Tíðindi

Tað var ein misskiljing, sum elvdi til tíðindini um Húsarhaldsskúla Føroya í gjárkvøldið, 3. august, um at kinkur var komin í millum Klaksvíkar Kommunu og Bústaðir. Væntandi fer Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum, at koma við eini útmelding í dag, har misskiljingin verður rættað.

Sambært landsstýriskvinnuni í Almannamálum, Elsebeth M. Gunnleygsdóttir, sum eisini hevur við Bústaðir at gera, var tað ein misskiljing, at har skuldi vera komið vátt í reiðrið ímillum Bústaðir og Klaksvíkar Kommunu í sambandi við Húsarhaldsskúla Føroya í Klaksvík. Bæði hon og mentamálaráðharrin, fara at greiða hesa fløkjuna, helst longu í dag.

Tað er ikki heilt greitt, hvør knúturin hevur verið. Nakað av orðadrátti hevur verið um staðsetingina í Klaksvík, eins og um fíggjarliga leiklutin hjá Klaksvíkar Kommunu, men um tað er hetta, sum hevur ligið í buktini, ella nakað heilt annað, vita vit ikki. Møguliga tað kemur fram í útmeldingunum frá báðum landsstýrisfólkunum. Í øllum førum er tó greitt, at har ikki er kinkur í longur.

So í øllum førum fyribils kunnu tey, ið varða av Húsarhaldsskúlanum og annars ynskja honum tað besta, anda eitt sindur lættari. Sambært Ársfrágreiðingini hjá Bústøðum er ætlanin at byggja lestraríbúðir í sambandi við skúlan, tilsamans 24 í tali.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nøglin: Klaksvík­ingur tapir aftur á Eyst…
Vitlíkisrisi ávarar: Vit verða noydd at…
Anfinn & co og RSP á Livandi Varmakeldu
Beinleiðis stroyming: Nøglin undan eysta…
KÍ-HB: Toppdystur í kvøld kl. 19.00
Kirstin leitar eftir familju sínari í Fø…
Motussport selur til allar ítróttargrein…
Tað verður ikki dýrari hjá vanligum pens…
Megnar klaksvík­ingur at svara aftur?
Heimsmeistaraheitið í fótbólti - søgan u…
Formula heiðrað av HP fyri søluavrik inn…
Trump hátíðarheldur 80 ára føðingardag v…
Monika Stauss og Símun Hammer 2 konserti…
Føroysk vinnuferð til Suðurkorea
- Vit skulu verða tryggari á bóltinum
KG fekk vitjan í dag
KG fekk vitjan í dag
HM byrjar í kvøld, og eitt lítið oyg…
Føroya Bjór: Sigfríður Venned 40 ára sta…
Lands­nevndin hjá SU er skipað!