Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Avmarkað ansingartilboðum á dagstovnaøkinum

SKRIVAÐ: klaksvik.fo  |  06.08.2020 - 19:53 Tíðindaskriv Tíðindi

Frá mánadegnum 10. august verður aftur neyðugt at gera brúk av talgildu tilmeldingarskipanini, har foreldur, skulu boða frá, um barnið kemur á stovn ella í dagrøkt.

Fyrr í vár varð sama skipan brúkt, har foreldur umvegis heimasíðuna klaksvik.fo skuldu boða frá, um barnið kom á stovn og dagrøkt, hvørjar dagar, og har tað somuleiðis skuldi upplýsast klokkutíðir, tá ið barnið kom og varð avheintað.

Sama skipan er nú gjørd virkin, og er neyðugt, at foreldur fráboðað avvarðandi stovni í seinasta lagi í morgin, fríggjadagin 7. august kl. 18.00. 

Jógvan Skorheim borgarstjóri sigur, at sum kunnugt, so er nýggja útbrotið rættiliga nýtt, og støðan er ógreið, og tí ynskja vit ikki at taka nøkur óráð fyri og hava valt at binda um heilan fingur.

- Av royndum vita vit, hvussu skjótt smittan spjaðir seg, og vit vilja gera alt fyri at verja okkara børn, starvsfólk og borgarar, og tí velja vit at seta hesa skipanina í verk beinanvegin, sigur Jógvan Skorheim.

 

Daggjaldið verður aftur galdandi

Eins og tað var í vár, so hevur Klaksvíkar kommuna aftur gjørt av, at tey, sum hava børn síni heima, ikki skulu rinda barnagarðsgjald, meðan tey, ið taka av ansingartilboðnum, skulu gjalda fyri tænastuna.

Við støði í boðunum frá heilsuserfrøðingum og landsmyndugleikunum um at halda frástøðu, gott reinføri o.s.fr., kemur tað væl við, um foreldur - í tann mun, tað letur seg gera - avmarka brúkið av plássum teirra í dagstovnaskipanini.

 

Serskiltar mannagongdir til ymisku stovnarnar

Foreldur fáa ein av komandi døgunum nágreinaða kunning um mannagongdir frá stovninum, har barnið hevur, ella í næstum skal hava, tilknýtið.

Orsaka av, at stovnarnir og økini eru ymisk, so verða mannagongdirnar gjørdar í mun til karmarnar. Eins og tað varð, áðrenn farið var í summarfrí.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nú strýkur vorið völl og dal
KÍ skuffaði í fyrstu stóru royndini í ár
Veðrið í vikuni
KÍ - NSÍ (1-1)
Starvs­fólka­trivnaður er gott fyri botnli…
Øll børn hava sama virðið
Gigtafelagið: Hugsið um klimaviðgerð til…
"Vælferð er ein íløga"
Djórini skulu hava tađ gott og fáa hjálp…
Uppsparing í virðisbrøv skal lønast – vi…
Betri karmar til nýskapandi vinnur – sta…
Øll skulu hava eitt heim
Onga altan til ungdómsíbúð!
Klárt til konsert í Varpinum
Menning sæst eisini í Norð­oyggjum
Formenni­nir vænta ein tættan og spennand…
Herluf's Kafé fingið sína fyrstu nevnd
Javnaðar­flokku­rin vil ikki minka blokkin…
"Hatta er stavurin hjá Andriasi í Stovug…
Hyrox er nýggja fitnessrákið
Lýsing