Lýsing
Lýsing
Lýsing

Mikkjal K. Thomassen heldur lítið um miðlarnar og dómararnar

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  07.08.2020 - 11:05 Ítrottur Tíðindi

KÍ-venjarin var hvassorðaður móti serliga KVF eftir 7-0 sigurin móti EB/Streymi hóskvøldið.

KÍ vann ein av sínum størstu útisigrum í nýggjari tíð, tá liðið vann 7-0 móti EB/Streymi hóskvøldið. Uppá spurning um, hvørs tað var týdningarmikið at leikararnir koyrdu á allatíðina og ikki slappaðu av, so segði KÍ-venjarin soleiðis á FM1.

- Ja lat meg siga tað soleiðis, at nú er føroyskur fótbóltur eftirhondini blivin eitt propagandakríggj, har tað er sagt frá ekspertum og miðlum, hvør skal vera føroyameistari og hvør ikki. Man hevur avskrivað tað besta B36-liðið, ið nakrantíð hevur verið, frá at vera føroyameistari. Sjálvandi er tað viktigt hjá okkum at kappast fyri hvørt einasta mál, tí vit trúgva faktisk uppá, at vit hava møguleika at vinna FM. Og tað sum er øgiliga hugstoytt í hesum her, nú hoyrdu við Glenn og Hans Jørgen kjakast um ein dyst, og teir hava opinbart verið til hvør sín dyst. Tað sum er eitt irritatiónsmoment fyri meg, tað er at í Kringvarpinum situr ein maður, sum er í venjaratoyminum hjá B36. Og hann tekur málmann hjá mær í KÍ út og hongur hann út at turka í almenna rúminum í Kringvarpinum, har vit øll betala skatt. Og har situr hann í einum reinum propaganda plattformi og sleppur hvønn mánadag at viðgera onnur feløg uttan, at leiðslan í Kringvarpinum ger nakað við tað. Hann var í Kringvarpinum og viðgjørdi, at KÍ fær for nógv brotsspørk og síðani tá hava vit ikki fingið eitt brotsspark. Í dag eiga vit tvey, kanska trý brotsspørk, ið ikki vera dømd. Og vit hava upplivað enntá dómarar siga við okkum, at tað verður ikki dømt. Eg haldi, at tað er ørkymlandi at síggja tað sum gongur fyri seg í løtuni í miðlunum rundanum føroyskan fótbólt. Og tann standardin, ið verður lagdur fyri dagin, eisini frá dómarunum, segði Mikkjal K. Thomassen við FM1 eftir dystin við Margáir.

 


KÍ spælir týsdagin á heimavølli móti ÍF síðsta dystin áðrenn Champions League dyst 18. ella 19. august.

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ kvinnur­nar taptu í kvøld
Nøglin: Klaksvík­ingur tapir aftur á Eyst…
Vitlíkisrisi ávarar: Vit verða noydd at…
Anfinn & co og RSP á Livandi Varmakeldu
Beinleiðis stroyming: Nøglin undan eysta…
KÍ-HB: Toppdystur í kvøld kl. 19.00
Kirstin leitar eftir familju sínari í Fø…
Motussport selur til allar ítróttargrein…
Tað verður ikki dýrari hjá vanligum pens…
Megnar klaksvík­ingur at svara aftur?
Heimsmeistaraheitið í fótbólti - søgan u…
Formula heiðrað av HP fyri søluavrik inn…
Trump hátíðarheldur 80 ára føðingardag v…
Monika Stauss og Símun Hammer 2 konserti…
Føroysk vinnuferð til Suðurkorea
- Vit skulu verða tryggari á bóltinum
KG fekk vitjan í dag
KG fekk vitjan í dag
HM byrjar í kvøld, og eitt lítið oyg…
Føroya Bjór: Sigfríður Venned 40 ára sta…