Lýsing
Lýsing
Lýsing

Korona: Tímalønt mugu tryggjast

SKRIVAÐ: Samtak  |  07.08.2020 - 20:52 Politikkur Tíðindaskriv Vinna

Tímalønt starvsfólk, sjófólk og onnur, sum vera sett í sóttarhald ella ikki fáa farið til arbeiðis vegna korona, eru í løtuni fyri lønarmissi, tí ongin skipan er, sum loftar. Feløgini í Samtak heita á løgtingið um at koma saman, og at tryggja hesum arbeiðsfólkum endurgjald fyri lønarmiss. Løgtingið má handla í stundini, og skipanin má galda frá tí degi okkara limir ikki fáa farið til arbeiðis.

Tímalønt starvsfólk, sjófólk og aðrir løntakarar, sum eru koyrd í sóttarhald ella sum ikki fáa farið til arbeiðis vegna vantandi barnaansing, standa á berum og eru fyri lønarmissi. Hetta má og skal politiski myndugleikin taka í álvara og broyta, soleiðis at hesir løntakarar, sum teir einastu, ikki verða rakt av lønarmissi, nú korona aftur er farið at gera um seg í Føroyum.

Sjúkradagpeningalógin má broytast soleiðis at fólk í sóttarhaldi fáa endurgjald umframt at tey, sum ikki sleppa til arbeiðis vegna vantandi barnaansing, fáa endurgjald fyri henda lønarmiss.

Feløgini taka fult undir við heilsuligu tilmælunum, og at myndugleikar gera tað sum krevst fyri at fáa tamarhald á smittuni. Samstundis krevja vit, at okkara løntakarar ikki vera við svið og soð.

Tímalønt hava ikki ráð at missa ein tann einasta tíma av inntøku, tí má løgtingið tryggja, at allir okkara limir fáa endurgjald fyri mista inntøku.

 

Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag

Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag

Jastrid Niclasen, forkvinna í Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag

Absalon Hansen, formaður í Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag

Lýsing
Seinastu tíðindini
- Vit hava góðan kjans í finaluni
Veðrið í vikuni
Unglingi meiddi seg illa av fløskubroti
Ísland vann U-lands­dystir­nar í Klaksvík
Ikki nóg kaldir í hitanum
Livandi Varmakelda
DUOPOL: Føroyskur rokkari skiftir kós –…
Føroyar í finaluni eftir fimmsettara ímó…
FML: Føroyskt met til Ægir, og enn flest…
Góðar 220.000 krónur til EB
Gamla Slanga á Tvøroyri
Fleiri námsfrøð­ingar og hjálpar­fólk til…
Ægir nýtt mett í 4x100 frí fyri mix-lið
Veðrið um vikuskiftið
Partalagsfundur millum Føroyar og USA hi…
Føroyar vann 3-2 á Georgia
Mai 2026 – miðal heitur og eitt sindur t…
Flogbóltsmenni­nir vunnu á Norð­urírlandi
Nevndin í Stjørnuni hevur skipað seg
Fullveldis­politikkur og vantandi viðlíka…