Lýsing
Lýsing
Lýsing
Nevndin í AKF. Robert Thomassen, Anton Arge, Páll Nolsøe og Gunn Hanusardóttir Møller | Mynd: AKF

Nevndarskifti í AKF

SKRIVAÐ: Akademikarafelag Føroya  |  18.09.2020 - 21:30 Tíðindaskriv

29. august hevði Akademikarafelag Føroya (AKF) ársaðalfund í Kaffihúsinum. AKF er yvirskipað samstarvsfelag fyri fakfeløg, hvørs limir hava akademiska útbúgving. Limafeløgini í AKF eru Magistarafelag Føroya, Føroya Verkfrøðingafelag, Føroya Byggifrøðingafelag og Arkitektafelag Føroya.

Á skránni fyri aðalfundin var val av nýggjum formanni. Formaðurin síðani 2018, Ole Jensen, bar seg undan afturvali, tí hann fer frá vegna aldur til várs. Í hansara stað varð Páll Nolsøe valdur.

Á ársaðalfundinum tilnevna limafeløgini teirra nevndarlimir. Fyri Føroya Verkfrøðingafelag varð Gunn Hanusardóttir Møller tilnevnd. Hon tekur við eftir Mariu Chun Nielsdóttir, ið bar seg undan afturvali. Fyri Arkitektafelag Føroya varð tilnevndur Robert Thomassen, ið tekur við eftir Ola Jensen. Páll Nolsøe varð tilnevndur fyri Magistarafelag Føroya. Anton Arge er nevndarlimur fyri Føroya Byggifrøðingafelag.

Nevndin hevur síðani skipað seg soleiðis: Páll Nolsøe, formaður, Anton Arge, næstformaður, Gunn Hanusardóttir Møller, kassameistari og Robert Thomassen, skrivari.

AKF varð stovnað í 2008, og hevur í dag áleið 550 limir.

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ tók ikki av mongu møguleikunum
Apríl 2026 – eitt sindur kaldur og turru…
Latið ei søguna doyggja: 70 Lítlubrekku–…
Myndarøð: Súlur í Klaksvík
Niklas á Trappuni
Ulf Nordlund farin
Johild Johannesen 80 ár
Veðrið um vikuskiftið
Upptakt: B36-KÍ
Strámenn spæla Guttesen á Country Festiv…
Minningarorð um Agnar á Dul
Hetta er bestu áskoðarar í Føroyum!
Fiskiloyvi til útróðarbátar í bólki 5 á…
ItaloBrothers á Summar Festivalin
Slakar 1,3 mió krónur til nýggj verk
Framløgudagur um Fiski­vinnu­royndir
Hegn og garðar skulu vera í seyðahøgum s…
Veiðiloyv­ini verða bæði rullað aftur og…
FO Tatt Fest 2026 verður um eina viku!
Borgar­stjó­rin í Egersund fegnast