Lýsing
Lýsing
Lýsing

Skótalið Nólsoyar Páls í menning

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  21.09.2020 - 17:15 Ítrottur Mentan Myndarøð Tíðindi

Árni Skaale, leiðari hjá SNP toyminum í Klaksvík sigur, at nú verður farið undir skótaarbeiði fyri veturin og í tí sambandinum eru nýggir skótar og úlvaungar vælkomnir á fund nú mikukvøldið. Eisini verður vilja vit fegin hava skótaommur, tað vil siga ommur, ið sjálvar  hava verið skótar ella ommur, at børnum, ið nú eru skótar ella úlvaungar.

Mikukvøld í vetur, verður kvøldið hjá Úlvaungum, Skótum og Skótaommum. Árni Skaale sigur, at úlvaungarnir, sum eru børn úr 1. til og við 3. flokki hava fund mikudagin frá klokkan 16.00 til kl. 17.30. Skótaommurnar frá kl. 17.00 til 19.00 og Skótar, ið ganga í 4. flokki og eldri skúlanæmingar.

Vit høvdu tilmelding seinasta mikudag, men sum sagt, so eru nýggjar tilmeldingar sera væl komnar nú mikukvøldið.

Skótaommur

Higartil hevur tað verið so, at vit hava biðið nakrar tilkomnar kvinnur um at hjálpa við ymiskum smátingum. Men í ár ætla vit at royna at savna so nógvar tilkomnar kvinnur sum gjørligt at vera um skótarnar. Teir tveir tímarnir, sum eru avsettir hvørt mikukvøld eru ætlaði fyrst og fremst til eina hugnaløtu, har kvinnurnar hittast við stokkum, kaffi og við góðum lag.

Eitt kvøld á vetrinum ætla vit at tær skulu vera saman við Úlvaungunum og læra teir eitt nú at stoppa hosur og at seyma knappar í. Tað sama skulu tær eitt annað kvøld á vetrinum saman við Skótunum.

Eisini er ætlanin at Ommurnar skulu taka sær av búnunum, turrikløðunum og merkjunum hjá skótunum, syrgja fyri at hesi vera handfarin undir skipaðum viðurskiftum. Men annars er frítt hjá Skótaommunum at finna upp á hugnalig tiltøk, so sum útferðir og annað.

Vit hava eitt nýmótans skótahús við øllum hentleikum, so her er bara hugflogið, ið setur mørk.

Abbar

Eitt átak hjá SNP skótunum hevur verið SNP-files. Tað er fyrst og fremst Olivur Thomsen og Per Jacobsen, ið hava tikið sær av tí. Teir báðir hava fingið allar Skúvadalsbøkurnar undir skipaði viðurskifti, soleiðis at tær i dag eru tøkar á internetinum. Men her er nógv annað arbeiðið eftir við registrering og digitalisering av myndum og søguligum tilfari.

SNP sóknast tí eftir abbum, at taka sær av ymiskum søguligum tilfari hjá Skótaliðnum, ið um ikki so fá ár fer at hava 100 ár á baki.

JOTA

Skótaliðið eigur eisini eitt sera snotuligt skótahús í Skúvadali. Ætlanin er sjávandi eisini at brúka hetta húsið og at skipa fyri túrum eystur.

Fyrsti túrurin verður triðja vikuskiftið í oktober, tá skótar um allan heim skipa fyri JOTA “Jomboree on The Air”.

Eisini SNP skótarnir hava luttikið søguliga í hesum átakinum hjá heimsins skótum. Vit hava farið eystur við sendarum, antennum og mastrum at seta antennurnar á. Tá so sendarin hevur verið tendraður, hava skótar fingið høvið at tosað við skótar aðrastaðni burturi í heimi, og sagt teimum sína søgu og fingið sambond um allan knøttin.

Hetta hevur verið eitt spennandi tiltak, og vit gleða okkum nógv til aftur í ár at vera við á JOTA.

Árni Skaale sigur at enda, at orsøkin til at teir eru har eysturi við sendara tá JOTA er um allan heim, er at umhvørvið har er reinari fyri óljóð enn umhvørvið inni í Klaksvík.

Minnist til: Mikukvøldið kl 16. Úlvaungar. - Kl. 17 Skótaommur og kl. 19 Skótar

Lýsing
Seinastu tíðindini
Móttøka á Djúpumýru fyri MEISTARU­NUM 202…
Myndarøð: KÍ Føroyameistarar 2025
Føroysku U19 kvinnur­nar leiktu seg í fin…
U19 menninir skulu leika um bronsu
Video: Gadus lagt at í Norð­havnini
KÍ leikarar verða heiðraðir á Djúpumýru
Upptakt: NSÍ-KÍ
Næstbesta liðið hjá KÍ flutti niður í 2.…
Veðrið um vikuskiftið
Valevnislisti til Kirkju­ráð­svalið
U19 menninir skuffaðu
U19 kvinnur­nar góða byrjan
Nærveruvika - Alt landið luttekur
Nevza kappingin serva í gongd
Kjøthandilin letur upp aftur mánadagin
Føroyar ímóti Onglandi og Íslandi í dag
Seyða­hundakapping á Viðareiði leygardagi…
FM Radio: KÍ er elitufótbóltur
Eingin háruskráseting í 2025
Geiður sigur til VÍF