Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hátíðarhald: Viðalundin 40 ár

SKRIVAÐ: klaksvik.fo  |  22.09.2020 - 16:46 Tíðindaskriv

Í ár eru 40 ár síðani fyrstu trøðini vóru gróðursett í viðarlundini Úti í Grøv. Í hesum sambandi verður skipað fyri eini hugnaligari hátíðarløtu í viðarlundini leygardagin 26. september. Tiltakið verður frá kl. 10.00 til 12.00. Øll sum koma, kunnu fáa sær eitt træ heim við. Klokkan 11.00 verða røður og felagssangur. Kaffi og okkurt søtt verður bæði til børn og vaksin. (Vit minnast til Koronatilmalini.)

Í skrivi frá Klaksvíkar Kommunu dagfest 14. september 1979 til Skógfriðingarnevndina varð sagt frá, at býráðið hevði samtykt at skógfriða Grøvina og lendið omanfyri. Fyrsta stigið var, at hegna økið av, hetta arbeiðið stóð Lions Club fyri, teir gjørdu eisini nýggja brúgv um Gravará. Í 1980 vóru so fyrstu trøini gróðursett, undir leiðslu av landsskógarvørðinum. Hans Jacob Joensen, sum seinni bleiv býargartnari, var við frá fyrsta degi.

Viðarlundin Úti í Grøv verður væl vitjað av fólki í øllum aldri og tað er gleðiligt, heldur Hans Hjalti Skaale býargartnari. Um summarið er serliga nógv fólk at síggja Úti í Grøv, millum annað tá barnagarðar vitja og teir góðu summardagarnar. Hugtakandi er at síggja tá næmingar frá Tekniska Skúla, flestir í føroyskum klæðum, fáa prógv handaði í viðarlundini.

 

Planta eitt træ

Í mong ár hevur átakið “Planta eitt træ” verið føst siðvenja í samband við umhvørvisvikuna. Hetta tiltakið varð tíverri útsett vegna covid-19, men nú verður møguleiki at ogna sær eitt træ við heim, tá hátíðarløtan verður Úti í Grøv.

 

 


 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hitabylgjur verða sannlíkt vanligari kom…
Móðir KÍ-leikarar í skelkandi tapi
Varpið vorðið miðdepilin í Klaksvík
Upptakt: KÍ-07 Vestur
Føroyar í hálvfinaluni eftir sigur á And…
- Errin bjóða vit øllum heiminum inn til…
Jógvan Júst talar í Betesda sunnudagin
Føroysku flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu 3-0 á…
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…