Lýsing
Lýsing
Johan Dahl og Bill Justinussen, samgongufelagar, eru rúkandi ósamdir í spurninginum um, hvørt samkynd foreldur skulu javnsetast við hinskynd. | Mynd: Wikipedia

Bill Justinussen hóttir við samgongusliti

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  24.09.2020 - 09:43 Politikkur Tíðindi

Johan Dahl verður ikki fríttstillaður til at atkvøða eftir egnari sannføring, skuldi tað komið hartil, at eitt mál um at javnseta samkynd foreldur við hinskynd foreldur, tá tað kemur til eitt nú barsilsskipanina, verður lagt fyri tingið. Í óformligum kjaki á internetinum ger Bill Justinussen greitt, at atkvøðir Johan Dahl fyri einum tílíkum uppskoti, er ongin samgonga longur.

Á kjaki á Facebook-vanganum hjá Johan Dahl er lívligt kjak um rættindini hjá samkyndum. Johan Dahl skrivaði í gjárkvøldið eitt uppslag um, at ”samkynt foreldur og teirra børn javnsetast og hava somu rættindi og sømdir í samfelagnum sum øll onnur.” Uppslagið hevur fingið langt omanfyri 100 positivar reaktiónir, sonevnd “likes”.

Á kjaktráðnum kemur fram, at Johan Dahl ætlar sær at tosa við bæði sín egna flokk, Sambandsflokkin, um hetta, og síðani við samgonguna, og royna at fáa tey at taka undir við at javnseta samkynd við onnur. Ber hetta ikki á mál, ætlar Johan Dahl sær at atkvøða fyri uppskoti um javnseting, um eitt nú andstøðan leggur eitt tílíkt uppskot fram.

Tað hevur fingið Bill Justinussen úr Miðflokkinum til knappaborðið. Hann skrivar í viðmerking til uppslagið, at um Johan Dahl ger tað, sum hann sigur seg fara at gera, ”So er ongin samgonga, longri er tann søgan ikki”. Bill Justinussen grundgevur við, at rætturin hjá børnum fyrst og fremst skal ganga út uppá at tryggja børnum rættindi til bæði eina mammu og ein pápa.

Tey flestu, sum luttaka í kjakinum, taka undir við Johan Dahl í at javnseta samkynd foreldur við hinskynd foreldur, tá tað kemur til lóggávu viðvíkjandi børnum teirra. Eitt nú fær hann stuðul frá andstøðutingliminum Bjarna Kárason Petersen úr Framsókn. Eisini fyrrverandi tingkvinnan Sonja Jógvansdóttir kunnger sín stuðul til Johan Dahl.

Søgan aftanfyri er, at fyri nøkrum døgum síðani segði Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum og partamaður hjá Johan Dahl, at hann fór ikki at gera nakað fyri at javnseta samkynd við hinskynd. Helgi Abrahamsen leggur seg upp at linjuni hjá Bill Justinussen og sigur, at rætturin hjá børnum til ein pápa er umráðandi at varðveita, og at børn altíð skulu hava rætt til at vita, hvør pápi teirra er. Ein rættur, sum man ikki altíð fær, tá talan er gitnað frá sáðdonori.

Kjakið er sprottið í kjalarvørrinum av, at ein samkynd kvinna, ið er gift aðrari kvinnu, var í útvarpinum og kærdi sína neyð um, at makin hjá henni ikki varð vird sum foreldur, og at tær verða roknaðar sum stakar. Sjálvsagt ikki í hjúnabandslógini, men í aðrari lóggávu, sum ikki er dagførd samsvarandi hjúnabandslógini, til dømis í barsilsskipanini. Skal ein samkynd/ur tryggja sín maka ella barnið, sum makin einsamallur stendur at vera foreldur at, er neyðugt at fara ígjøgnum ættleiðing og/ella at skriva testamenti.

Talan er um eitt mál, sum kloyvir bæði føroyingar og tingfólk í tvíningar. Aðrastaðni hevur landsstýriskvinnan í almannamálum, Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttir, gjørt greitt, at hon tekur heldur ikki undir við javnseting. Spurningurin er so, um andstøðan fer at gera sær dælt av støðuni. Ger hon tað, kann hon bara vinna. Annaðhvørt verður uppskotið samtykt við hjálp frá Johan Dahl (og kanska øðrum við), ella eisini slitnar samgongan av tí.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin