Lýsing
Lýsing
Lýsing

Við Norðborg 2. partur - Av Fugloy suður um Nólsoy

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  25.09.2020 - 13:00 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Sum sagt í áður, so var Norðlýsið við á tekniska royndartúrinum hjá Norðborg mikudagin. Umframt at hava Norðlýsið við sum ferðafólk, hevði skiparin eisini konuna við, eg haldi at tað vóru bara vit bæði, sum onki høvdu við umvælingarrbeiðið at gera.

Restin av fólkunum, sum vóru við á túrinum, høvdu úr at gera at kekka tey ymisku fákøkini, ið tey arbeiddu á. Nógv er at hyggja eftir. Eitt er høvuðsmaskinan, ið er einar 8.000 hk til støddar, men her er nógv onnur teknisk øki, ið treingja til eftirlit nú skipið hevur ligið stilt í góðar tríggjar mánaðir.

Vit vóru sum sagt tekniskan royndartúr, men vit fiskaðu ikki, so fabrikkin var ikki í gongd tann dagin.   Tað skal hon um eina løtu. Í skrivandi stundi eru vit á fiskimiðunum undir Íslandi, trolið er júst farið út og vit toga. Tá halað verður aftur skal fabrikkin í gongd og treyðugt so verður okkurt tá, ið eisini skal beinast á rættkjøl aftur. Annars gekk alt væl á túrinum, onkrar justeringar vóru, men høvuðsmaskinan spann so lystiliga allan dagin og tað gjørdi hon eisini nú á veg til Íslands.

Niðanfyri restin av myndunum frá tekniska royndartúrinum:

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival
Julian føroyskt met á 5 km og danskur me…
Myndarøð: Upplatingarveitsla á KG
Kythira! -Ella kanska ikki?
Hitabylgjur verða sannlíkt vanligari kom…
Móðir KÍ-leikarar í skelkandi tapi
Varpið vorðið miðdepilin í Klaksvík
Upptakt: KÍ-07 Vestur
Føroyar í hálvfinaluni eftir sigur á And…