Lýsing
Lýsing
Lýsing

Paul Kjartan er okkara valevni í Klaksvík

SKRIVAÐ: Sosialistisk Ung  |  26.09.2020 - 22:00 Politikkur Tíðindaskriv

Vit eru errin av at avdúka, at okkara egni Paul Kjartan Matras, verður á valevnislistanum hjá Javnaðarflokkinum, til kommunuvalið í Klaksvíkar kommunu.

Paul Kjartan er 23 ára gamal, og uppvaksin í Klaksvík. Hann hevur lokið studentsprógv á miðnámsskúlanum í Kambsdali, og arbeiðir í dag í Rúsdrekkasøluni í Klaksvík, har hann nýliga er liðugur í læru sum krambakallur.

Paul Kjartan hevur verið sera politiskt aktivur seinastu árini, og hevur m.a. verið við til at mannað Landsnevndina hjá Sosialistisk Ung tey seinastu fýra árini. Eisini hevur hann mannað lokalfelagið í norðoyggjum, SU Norð, í longri tíð.

-       Eg velji at stilla upp til kommunuvalið, tí eg havi eitt ynski um at stimbra, og geva aftur til kommununa, ið hevur myndað míni barna- og ungdómsár.

Eg vil seta fokus á trivna, og menning í frítíðarlívinum hjá ungum í kommununi. Sum smádrongur hava teir møguleikarnir, ið kommunan hevur havt at bjóða ríkað míni barndómsár, og verið ein kjarna í mínari menning sum ungur. Tann møguleika ynski eg øllum.

Harumframt skal tað vera pláss, og møguleiki hjá einstøkum og familjum at tryggja sær sømiligar bústaðir í kommununi. Klaksvíkin kann vera stolt av teimum, ið hon hevur sent út í heim, men tað má eisini vera pláss hjá teimum at koma heim aftur.

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ kvinnur­nar taptu í kvøld
Nøglin: Klaksvík­ingur tapir aftur á Eyst…
Vitlíkisrisi ávarar: Vit verða noydd at…
Anfinn & co og RSP á Livandi Varmakeldu
Beinleiðis stroyming: Nøglin undan eysta…
KÍ-HB: Toppdystur í kvøld kl. 19.00
Kirstin leitar eftir familju sínari í Fø…
Motussport selur til allar ítróttargrein…
Tað verður ikki dýrari hjá vanligum pens…
Megnar klaksvík­ingur at svara aftur?
Heimsmeistaraheitið í fótbólti - søgan u…
Formula heiðrað av HP fyri søluavrik inn…
Trump hátíðarheldur 80 ára føðingardag v…
Monika Stauss og Símun Hammer 2 konserti…
Føroysk vinnuferð til Suðurkorea
- Vit skulu verða tryggari á bóltinum
KG fekk vitjan í dag
KG fekk vitjan í dag
HM byrjar í kvøld, og eitt lítið oyg…
Føroya Bjór: Sigfríður Venned 40 ára sta…