Lýsing
Lýsing
Lýsing

Sum ein Jarðarferð

SKRIVAÐ: Gerhard Lognberg, borgarstjóri  |  27.09.2020 - 07:00 Lesarabrøv Mentan Politikkur Vinna

Mánadagin tann 21. September

 

Eg sat ikki sørt erbarður framman fyri skíggjanum, tí eg visti at sjónvarpsvertur Leitisstein hevði gingið í Skopun, sjálvur annar, í ein heilan dag, tí nú skuldi Skopun á heimskortið.

 

Men hvat hendir, Leitisstein tosar ikki um gongdina í kommununi, men heldur um hvussu upsarnir skulu venda, tá teir lenda í kutaranum.

 

Eg spurdi skilakvinnuna hvi hetta var so, hon stóð sum eitt spurnartekin, Jamen Gerhard, alt tað sum eg segði um kommununa av positivum var vekk.

 

Leitisstein flutti seg av okkara aldargamla arbeðsplássið, sum snýr seg um tosk og upsa, niðan í Gerðið, har traff hann annan mann, sum ikki beinleiðis niðurgjørdi bygdina, men hevði løgna viðmerking.

 

Hann nevndi, at kommunan skuldi stuðla dartfelagnum, tað gera vit, havi kannað eftir, eingin umbøn er sýtt.

 

Síðan nevndi hann, at vit skuldu stuðla skótunum, tað gera vit, heldur eingin umbøn hjá teimum er sýtt.

 

Síðan nevndi hann B71. Kommunan hevur stuðla felagnum í fleiri ár við kr. 50.000,00, men í 2020 er stuðulin farin upp á 100.000,00 frá Skopunar Kommunu.

 

Síðan varð tosað sum um ikki varð neyðugt við útstykking, men heldur brúka tey stykkini, sum liggja óbygd.

 

Hvat meinar man? Har eru fleiri ungir menn ella pør, sum hava liðið við stykkjum í uml 1 ár. Meinar man at inndraga hesi stykkir frá hesum ungu fólkunum? Nei, tað verður ikki við Gerhard við róðrið.

 

Kanska hevur hesin ungi maður sagt okkurt positivt um bygdinia, sum Leitisstein ikki hevur tikið við.

 

Ístaðin fyri Leitisstein og fiskatos, hví fóru tit ikki niðan í tann spildurnýggja skúlan, sum stendur sum eitt prýði, at tosa við foreldur og lærarar?

 

Hví fóru tit ikki í tann, nær um nýggja barnagarðin, at tosa við foreldur og starvsfólk?

 

Ella tað spildurnýggja spæliplássið, sum ikki er liðugt enn, hetta eru bæði foreldur og børn sera glað fyri?

 

Hví einki um mentan í bygdini?

 

Hvat við at latið eitt positivt orð falla um tey hús, sum eru varveitt? Ella tað vakra økið niðri í Koltursvíkini ella Neystið, sum er gjørt í uppruna stand.

 

Innkoyringin til Skopunar er eitt satt prýði, við teimum 29 neystunum.

 

Nei, gamla orðatakið er rætt at brúka her “Tað illa eyga kann einki gott sjá”.

 

Tað, sum eg væntaði fór at verða eitt gott trekk fyri kommununa, bleiv ikki. Leitisstein var á Sandoy Seafood og tosaði um frystiorku og kutaran. Sum fíggjarleiðarin segði við meg: “einki positivt, sum eg nevndi um tað kommunala, bóru teir upp á tungu”.

 

Allastaðni, sum tit ferðast, hava tit fatur á folkið, sum gleðast um staðið, tey búgva í. Men Leitisstein í Skopun, var ikki áhugi frá tykkara síðu.

 

Ein sera skuffaður borgarstjóri

 

Heilsan

Gerhard Lognberg

Lýsing
Seinastu tíðindini
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna