Lýsing
Lýsing
Lýsing

Undir Íslandi við Norðborg

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  27.09.2020 - 14:51 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Sum lesararum óivað kunnugt, so fór Norðlýsið við Norðborg sildaveiðu undir Íslandi.

Vit royna  í løtuni við eysturlandið. Fóru av Klaksvík mikukvøldið á miðnátt, eftir at skipið hevði verið á tekniskum royndartúri allan tann dagin.

Skiparin, Jón Rasmussen letur ikki serliga væl at fiskiskapinum, sjálvt um eg haldi, at her kemur nógv sild inn í tangarnar.

Nei, sigur Jón, rundan um okkum eru fleiri føroyskir bátar og generelt lata teir ikki væl at fiskiskapinum. Heldur ikki íslendingar lata væl at, sigur hann. Sum støðan er í løtuni, so hava vit um 120 tons av flaki í lastini og harumframt 20 tons av mjøli.

Tá eg á sinni fyri fleiri árum síðan bar upp á mál um at sleppa við ein túr at taka myndir til Norðlýsið at eiga, var svarið ja, beinan vegin frá Jón. Men ikki hevur “lagaliga løtan” verið fyrr enn nú, og tað eri eg tó ógvuliga takksamur fyri.

Tað sum í fyrstu atløgu hugtekur er, hvussu væl arbeiði á dekkinu er fyriskipað. Enn havi eg ikki verið á fabrikkini, men tað kemur.

Uppi á brúnni situr skiparin á skiparavaktini og ansar teim stóru spølunum. Niðri á dekkinum eru bert tveir mans. Hesir tríggir skjóta trolið toga, hala og taka inn. Á skiparavaktini eru teir Jón, Rasmussen, Svenning Sørensen og Svend Erik Stenberg. Á stýrimansvaktini Jóhan Isaksen, stýrimaður á brúnni og stýrir spølunum og Tórur Lervig og Jóhn Dávid Norðoy dekkinum.

Sum sæst á myndunum, so hava menninir á dekkinum tvinna kránar við rullu at hjálp sær at lyfta nærum alt, ið lyftast skal. Kránarnir eru fjarstýrdir, so teir virka sum forlongdi armurin hjá teimum á dekkinum, við tað at teir hava fjarstýringina hjá sær. Imponerandi at síggj hvussu lætt tað gongur at koyra trolið út og at taka tað inn aftur. Toymið veit júst hvat gerast skal, so har hoyrast ongi róp og skrál. Teir hava tó beinleiðis telefonsamband til skiparan ella stýrimannin við spælpinnarnar á brúnni.

Tá lemmarnir eru komnir á borði, verður bellurin drigin upp á trumluna til posin er komin undir hekkuna. So skal fáast fatur á pumpuskegginum, sum situr aftast á bellinum. Til tað gongur ein lína frá pumpuskegginum og fram á bellin. Nú er lag á manni at loysa frelsaran og koyra hann á frelsaraspælið, so verður pumpuskeggið, sum er aftast á posanum halað upp saman við tí uttasta á posanum. Skeggið verður síðani fest á pumpuna og posabandið loyst. Nú verður pumpan sum er føst tjúkkari gummislangu søkt niður aftur saman við posanum og byrjar at pumpa sildina inn í tangarnar á Norðborg. So hvørt pumpað verður úr posanum, kann maðurin á brúnni hála meira net inn, so sildin søkkur longur og longur aftur ímóti pumpini.

Alt hetta arbeiðið tekur ikki langa tíð. Ímorgun høvdu við 180 tons í halinum, tað tók umleið ein og ein hálvan tíma frá tí at lemmarnir vóru á borði til vit skutu trolið út aftur.

Posin verður ongantíð tikin inn við fiski. Fiskurin verður pumpaður inn í skipið úr sjónum. Tá liðugt er, verður posin tikin inn og gjørdur klárur at fara út aftur.

Sigast skal, at hesi 180 tonsini verða skorin til flak, “butterfly” fløk teir kalla. Roknað verður við at úrtøkan er umleið 50% tá skorið og fryst er.

Eg nevndi skipara og stýrimansvakt. Her umborð ganga teir 8 tímar á vakt. Menn, sum eg havi tosað við her umborð siga, at teimum dámar betur 8 tíma vaktina enn 6 og 6, tí tá roterar man runt á døgninum í staðin fyri tá tú gongur 6 og 6, so fært tú somu vakt á døgninum hvørja ferð.

Norðborg hevur tvey ymisk trol klár á hvør síni rullu, so skjótt er at skifta trol.

Størra trolið verður brúkt um dagin tá vit tova niðri á 350 metrum, imeðan tað minna verður brúkt um náttina, tá vit tova beint undir yvirflatuni. Um náttina hanga vit vektir á grunnin, sigur Jón Rasmussen og um dagin seta vit boyur á høvuðslínuna, hetta fyri at gera opið størri. Støddin á opinum á trolinum er á leið sum tveir fótbóltsvallir.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja