Lýsing
Lýsing

Skjót kommununa

SKRIVAÐ: Tórbjørn Jacobsen  |  28.09.2020 - 20:29 Politikkur Tíðindaskriv

Ein patriotur er álíkur hvali, - verður hann álopin av órøttum. Tað meiri eggin á hvalvákninum blunkar, meðan stungið verður, tess meiri brestist hann fyri at verja seg sjálvan, tey nærmastu og geografi´una, hann er partur av. Klípir tú í sálina á einum patrioti, kann tað ikki ganga stillisliga fyri seg, soleiðis fór undirritaði í harnisk fríggjakvøldið í farnu viku, har kommuna okkara varð hunddálkað av novisum, sum als onki vita um, hvat ið fyriferst um hesar leiðir.

Kringvarp Føroya, har fólk í alt ov stóran mun fáast við at dyrka sínar egnu fortreffiligheitir, er nú farið í opið víggj við tey, sum hava fyrisitið føroysku kommunurnar hesi seinastu árini. Lagt verður upp til palassrevolutiónir, tað er sum hjá Mao Tse-tung, tíðarrokningin byrjar við mær, og fái eg spakan undir bara ein av borgarstjórunum, ið hava sitið fyri borðendanum seinasta og fleiri valskeið aftur í tíð, so standi eg eftir við steypinum og interrósinum á journalistisku bráðpannuni.

 

Hevur onkur vágað sær at fara andvegis hesi sjálvbestaltaðu og alment løntu valdselituni, inniskógvabrigaduni í Sortudíki, Oyrasunds-appendixinum, hoyrist um allar geilar: Nú skjóta teir journalistin. Alt er nú kortini vent á høvdið. Journalistarnir eru farnir undir margháttligu herferðina: Skjót kommununa.

 

Trupulleikin er bara, at hesi fólkini liva í eini parallelverð, og hava onki sum helst samband við gerandisdagin hjá vanligum føroyingum. Skilja ikki, ella vilja ikki skilja, tað føroyska samfelagið. Tí ganda tey upp eitt fiktivt play-station samfelag, eitt slag av fake news, sum tey í armóðini royna at servera fyri hyggjarum og lurtarum, ið eru tvingsilsinnlagdir at gjalda fyri tíðindir við ongum tíðindavirði, ella rættari, - fyri eina ríð av ósannindum. Soleiðis sum vit upplivdu hesa sendingina um Runavíkar kommunu, - sat man eftir við tankanum og spurninginum: Guð viti hvat ið onnur í Føroyum halda um hasa kommununa, ið varð lýst so fullkomuliga tilafturskomin á flestu mótum?

 

Loyvi mær tí at gera hesar viðmerkingar til útsagnirnar í sendingini:

 

·      Hin annars skilagóði, UHJ, sigur okkum, at tað búgva 4.155 fólk í Runavíkar kommunu. Júst ta løtuna, hetta var sagt, búðu 4.207 fólk í kommununi. Altso 52 fleiri enn sagt varð – ella fleiri enn tað búleikast í Funningi, einari av bygdum okkara.

 

·      Skatturin er nakað høgur, men barnafrádrátturin er bert hægri í Fugloyar- og Sands kommunum, kommunan man vera millum tær í frægara endanum, táið tað snýr seg um ansingargjøld, og hon var hin fyrsta í landinum, sum setti frítíðarkort (Spjaldur) til ungdómin í umferð.

 

·      Síðan fáa vit at vita, at skuldin er 24.900 krónur fyri hvønn íbúgva. Faldað við fólkatalinum (4.207) gevur hetta slakar 105 milliónir krónur. Í dag hevur fíggjarleiðari okkara staðfest – sum sæst á myndini – at nettoskuldin er 85 milliónir krónur. Yvirboðið hjá Kringvarpinum er harvið 20 milliónir krónur.

 

·      Síðani ynskti ein borgari ein tunnil undir vegnum í Søldarfirði – eitt serstakliga skilagott ynski – men í einari lýsing av Runavíkar kommunu er adressan skeiv – Landsverk eigur vegin – matrikkulin. Síðan tosaði ein eldri lambamaður um vegkrossin á Lambareiði. Runavíkar kommuna eigur onki í hasum krossinum – hatta eru tveir vegir hjá Landsverki, sum møtast vestaru megin Eiðið.

 

·      Tað var eisini skilagott at ynskja sær eina hjólhesta- og gongubreyt millum Rituvík og Runavíkina, men kanska skuldi journalisturin frammanundan sendingini funnið útav, at tað eisini er landsvegur – og ikki kommunalur vegur - ímillum hasar báðar bygdirnar.

 

·      Eldri lambamaðurin tók eisini soleiðis til: “Tað manglar at fáa grundstykkir – ynskini eru øðiliga stór til tað.” Ein fyrrverandi borgarstjóri átti at vitað, at onki býráð í søgu Runavíkar kommunu hevur sett so nógva ferð á útstykkingar, sum júst tað, ið hevur sitið hetta valskeiðið. Skeytini fara í hesum døgum út til tey, ið fara at seta búgv í fyrra byggistigi í Leitinum – har tað fer at vera rúm fyri áleið 100 búeindum tilsamans um korta tíð. 30 grundstykki vera tøk á Skála um árskiftið. 10 eru búgvin at byggja á í Rituvík og nú verða 7 grundøki gjørd byggibúgvin í Æðuvík. Harumframt liggja nógv grundøki tøk í smáu bygdunum í kommununi, um onkur skuldi havt áhuga fyri hesum.

 

Og so endaði alt við royki og ongari grind. Um hesa tíðina, fyri trimum árum síðani, búðu 3.900 fólk í kommununi – nú eru vit 4.207. Var Runavíkar kommuna so ótespilig at búleikast í, sum Kringvarpið rør framundir, so hevði talið av borgarum heldur verið fallandi enn vaksandi.

 

Tað varð farið heldur lættliga um skuldarspurningin í sendingini, og uppaftur lættligari hjá onkrum valevni, ið eftir sendingina ikki formáddi at smoyggja sær burturúr misinformatión Kringvarpsins, og sum sæst á myndini frá fíggjarleiðaranum ídag, er nettoskuldin nú komin niður á 85 milliónir krónur - svarandi til 45% av einari álíkning.

 

Vit, borgarar í Runavíkar kommunu, kundu hugsað okkum at hoyrt bandspolararnar við øllum tí positiva, sum borgararnir í sendingini bóru fram á torg, men sum sjálvandi var klipt burtur, útraderað, tí leisturin var í útgangsstøðuni negativur. Málast skuldi við tjørukusti.

 

Nakað varð tosað um ferðslu – so sjálvsagt, nú Eysturoyartunnilin letur upp í næstum. Ferðslustøðan frameftir er avleiðingin av einum landstunli, sum kemur beint inn í býin – og fyri fáum døgum síðani komu Jørgen Niclasen og Tórbjørn Jacobsen ásamt um eina loysn á tí málinum. Hetta hoyra vit meira um í aðrari grein.

 

Hóast journalistarnir nú skutu við skørpum eftir kommununi - fari eg at ynskja teimum hepni og blíðan byr higani fram til 10. november.

 

Gott val.

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…