Lýsing
Lýsing

Lærusveinaskúlin PODAS við enn fleiri tilboðum

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  29.09.2020 - 08:43 Tíðindaskriv

Hug at læra meira um Jesus? So er Lærusveinaskúlin PODAS kanska nakað fyri teg?

PODAS Ekklesias byrjaði í 2008 og hevur sostatt virkað í Føroyum og í Danmark í 12 ár.

Umleið 700 fólk, í øllum aldri, ung sum eldri, hava tikið lut á PODAS, og hevur kynsbýtið verið javnt.

 

Ynskir tú at fylgja Jesusi og vaksa í trúnni? Ver hjartaliga vælkomin á føroyska lærusveinaskúlan PODAS, sum er bygdur á Fólkakirkjunnar læru. Undirvísarar eru prestar, trúboðarar og onnur.

 

Undirvísingin er 2 tímar um vikuna. Prestar, trúboðarar og onnur undirvísa um innihaldið í kristnu trúnni.

 

PODAS-fyri øll, er fyri øll frá 14 ára aldri. Luttøkugjald fyri bøkur o.a. kr. 750 fyri einstaklingar og kr. 1.000 fyri pør.


PODAS á netinum, týsdag kl. 17.00-19.00 (frá 22.09.20 til 15.12.20).
- Leiðari og undirvísari: Derhard Jógvansson, prestur.

Hvalvíkar missiónshús, mánakvøld kl. 17.30-19.00 (frá 19.10.20 til 08.02. 21)

- Leiðari og undirvísari: Jákup E. Petersen, sóknarprestur.

Missiónshúsið Karmel á Eiði, týskvøld kl. 19.00-21.00 (frá 20.10.20 til 09.02.21)

- Leiðari og undirvísari: Jonhard Jógvansson, sóknarprestur og Katrin Højsted, lærari.

Æðuvíkar missiónshús, mikukvøld kl. 19.00-21.00 (frá 21.10.20 til 10.02.21)

- Leiðari: Aslaug Olsen, skúlastjóri.

Keypmannahavn á Oyrasundskollegiinum, mánakvøld kl. 19.00-21.00 (frá 19.10.20 til 08.02.21)
- Leiðari: Heðin Arge, lesandi.

 

PODAS-1 lærusveinaskúli
Er fyri tey, ið eru 17 ár og eldri, og sum ikki hava tikið PODAS áður. Luttøkugjald fyri bøkur o.a. kr. 1.500 fyri einstaklingar og kr. 2.500 fyri pør.

 

Leirvíkar missiónshús, týskvøld kl 19.00-21.00 (frá 20.10.20 til 27.04.21)

- Leiðarar: Anna Jacobsen, Kartin Høgnesen og Ove Heinesen.

Meinigheitshúsið Saron í Sandavági, mikukvøld kl. 19.00-21.00 (frá 21.10.20 til 28.04.21).

- Leiðarar: Helga Nordendal, Gunnar K. Nattestad og Ingolf Johannesen.

Emmaus í Klaksvík, hóskvøld 19.00-21.00 (frá 22.10.20 til 29.04.21)

- Leiðarar: Hjalmar Waag Arge og Rói Danielsen.

 

PODAS-2 lærusveinaskúli

Verður á hesum støðum, og er fyri tey, sum hava tikið PODAS 1 áður. Aldursmarkið er 17 ár. Luttøkugjald fyri bøkur o.a. kr. 1.500 fyri einstaklingar og kr. 2.500 fyri pør.

 

Vesturkirkjan í Havn mánadag kl. 17.30-19.30 (frá 19.10.20 til 26.04.21).
- Leiðarar eru: Liljan Midjord og Kim Midjord.

Kirkjuhúsið á Strondum týsdag kl. 19.30-21.30 (frá 20.10.20 til 27.04.21).
- Leiðarar eru: Mariann D. Poulsen og Bartal Danielsen.

Kirkjuhúsið í Hvannasundi hósdag kl. 19.00-21.00 (frá 22.10.20 til 29.04.21).
- Leiðarar eru: Jóannes Purkhús og Leivur í Buð.

 

PODAS-3 lærusveinaskúli

Hevur tú luttikið á PODAS 2 og ynskir at vita meira um missión heima og úti, leiðslu og at gera Jesusi lærusveinar, er PODAS 3 nakað fyri teg. Aldursmarkið er 17 ár. Luttøkugjald fyri bøkur o.a. kr. 1.500 fyri einstaklingar og kr. 2.500 fyri pør.

 

Gøtu kirkja mánadag kl. 19.00-21.00 (frá 19.10.20 til 26.04.21).

- Leiðarar eru Rannvá Langgaard og Kristian á Reynatrøð.

Vesturkirkjan í Havn týsdag kl. 18.00-20.00 (frá 20.10.20 til 27.04.21).
- Leiðarar eru Randi Joensen og Ólavur Jacobsen.

Missiónshúsið Libanon í Sørvági hósdag kl. 19.30-21.30 (frá 22.10.20 til 29.04.21).
- Leiðarar eru Jógvan Steintún og Leo-Hans Mikkelsen.

 

TILMELDING:

Send teldupost til Ásbjørn Jacobsen, asbjorn@podas.fo (tlf. 597777)

Upplýs fult navn, bústað, føðingardag, fartelefonnr., teldubrævadressu og stað.
Tilmeldingarfreistin er 8. oktober 2020.

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin