Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Lóg um Almannatrygd og tænastur høga raðfesting í fíggjarlógini

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  30.09.2020 - 16:34 Tíðindaskriv

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur hevur tryggjað sær fígging til nýggju almannalógina, sum varð einmælt samtykt í vár. Raðfestingarnar hjá landsstýriskvinnuni síggjast skilliga aftur á fíggjarlógaruppskotinum, sum varð lagt fram í dag.

Viðlíkahaldsvenjing er nýggj tænasta, sum Almannaverkið fær fígging til at fara undir. Fólk millum 18 ár og pensiónsaldur, sum orsakað av breki ella sjúku ikki fáa virkað til fulnar, kunnu fáa viðlíkahaldsvenjing.

Endamálið er at tryggja verandi virkisførleika og fyribyrgja og útseta, at virkisførleikin versnar. Soleiðis kann borgarin varðveita ella fáa tilknýti til arbeiðsmarknaðin ella klára seg uttan hjálp ella við minni hjálp frá Almannaverkinum.

Tvær milliónir eru settar av til endamálið í 2021, og ætlanin er, at tænastan verður útbygd sum frálíður.

Heimaráðgeving, uppsøkjandi arbeiði og samskipan verða styrkt. Higartil hava foreldur, sum hava børn við autismu, fingið heimaráðgeving. Nú verður henda skipan víðkað til øll foreldur at børnum, sum bera brek.

Almannaverkið fer eisini í størri mun enn higartil at kunna arbeiða uppsøkjandi og samskipa hjálp.

Játtanin til hesar tænastur verður hækkað við 2,1 mió. kr. 

Millum tænasturnar, sum Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur hevur raðfest, eru eisini serlig bútilboð til heimleys, víðkað endurvenjingartænasta,  hækkað játtan til dagtilhald til fólk við demensi, eins og onnur bútilboð og virknistænastur.

Lóg um almannatrygd og tænastur, sum løgtingið samtykti í vár, kemur í gildi 1. januar 2021.

Landsstýriskvinnan í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, fegnast um, at tænasturnar sambært lógini nú eru raðfestar í fíggjarlógini, soleiðis at nýggja almannalóggávan fer at virka.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hjördis Haack & Hans Pauli Olsen í Gamla…
Upptakt: KÍ-NSÍ
G19: Mjølnir er føroyameistari
Tíðartekn­ini - Páll Poulsen í Betesda su…
FM verður avgjørt í morgin!
Vit mugu víðari!
KÍ vann greiðan sigur í stórsteypadystin…
Ger tað møguligt hjá ungum at keypa sítt…
Eydnuhjól í Skálanum sunnudagin
Stjørnan tekur ímóti VÍF í morgin
Orka framyvir — trygd, prísur og grøn fr…
Virðið pensjónistar – hjálpið kvøldskúla…
Føroyska málið og mentanin fyri hóttafal…
Míni hjartamál: Strika 8000kr, útleigara…
Løgtingsvalið: Norðlýsið on Tour
Kvinnu­ungl­ingar: Mjølnir er føroyameista…
- Sirið og eg kunnu seta rekord
Leivur Øssursson TG 32
Bárður á Steig Nielsen og Anna Falkenber…
FM-stríðið fær fyrstu stóru ábendingina
Lýsing