Lýsing
Lýsing

Tit eru fantastiskir, KÍ!

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  01.10.2020 - 08:39 Ítrottur Leiðarin

Í fjør gjørdi KÍ tað, sum vit øll vistu, at teir áttu í sær. Tað tók 20 ár og miðskeiðis í teirri periodu eina niður- og eina uppflyting, har vit veruliga vóru niðri í aldudalinum. Men vit hava øll væntað og bíðað eftir, at KÍ fóru at vinna seg upp aftur á fótbóltstindarnar. Vit fingu ein sera góðan forsmakk til finaluna um løgmanssteypið í 2016, og tá vistu vit, at tað var møguligt aftur. Og í fjør hendi tað so. KÍ vann føroyameistaraheitið 2019.

Tá hildu vit, at nú bleiv tað ikki størri. Europaluttøku hava vit havt áður, og har hevur KÍ útmerkað seg so væl, at ongin forlangaði meira av teimum. Men júst tá vit ikki trúgva, at tað kann blíva størri, so ger KÍ tað ómøguliga! Ongantíð áður hevur eitt føroyskt fótbóltsfelag vunnið seg líka fram til playoffs í europeisku kappingini.

Eisini vildu teir vísa, at hvør dugir var í teimum. Eftir ein skriviborðssigur, og eitt tap, har 3-1-úrslitið var verri enn innsatsurin, hevur motivatiónin verið í topp til at vísa, at KÍ eisini dugdi at vinna á europeisku vøllunum. Og teir so gjørdu, og tað við lít! Vit trúðu øll uppá møguleikan, og at fáa javnt eftir vanliga leiktíð bar til. Men ongin hevði sagt KÍ’ararnar ringar fyri at tapt dystin. Mótstøðan var, í øllum førum á papírinum, nógv sterkari enn KÍ. Men ikki á vøllinum, skuldi tað vísa seg.

Nú er vent í holuni. Fyri nøkrum árum síðani vóru tað tey føroysku feløgini, sum nakkalong máttu venda heim aftur við stórtapi í skjáttuni. Í dag sendir KÍ risafeløg í Europa heim við líka stórum tapum. Ikki er heilt onki um hetta hjá øðrum føroyskum feløgum heldur, og B36 hevur eisini avrikað framúr væl í Europa seinnu árini, eins og í ár. Føroyskur fótbóltur hevur sum heild lyft seg, í øllum førum tey nógv umrøddu Topp 5-liðini, men av teimum skarar KÍ framúr.

Serliga Mikkjal Thomassen er maðurin, sum hevur ført KÍ fram í fremstu røð. Hetta hevur hann gjørt saman við øðrum góðum kreftum rundan um sjálvt liðið, men ongin kann vera erligur og siga, at valið av venjara ikki hevur verið eitt plettskot. Onkrir smærri aldudalar hava verið, tað vil altíð vera so, men sigrarnir og úrslitini eru so nógv fleiri og størri enn mótburðurin. Sum Patrik Johannesen segði í eini samrøðu, so hevur hann spælt í fleiri føroyskum feløgum, umframt í Noregi, og KÍ var tað so nógv mest professionella. Hesum eigur Mikkjal Thomassen ein stóran part av heiðrinum fyri.

Allar fótbóltsføroyar duga at síggja, hvussu stórt hetta er. Viðmerkjarar úr høvuðsstaðarpressuni, sum sjálvsagt ikki eru KÍ’arar, eru farnir at siga, at ”vit” møta Dundalk í playoffs. Fótbóltssambandið vísir vælvild við at flyta føroysku dystirnar, annars var galin endi. Og ein tøkk skal eisini fara til Argja Bóltfelag, sum gekk við til at flyta dystin, ið skuldi vera 27. ella 28. september, til tann 4. november, hetta so at KÍ kann fara við úthvíldari manning til Írlands at dystast hósdagin.

Hetta er stórt. Samstundis er tað ótrúliga stórt spell, at viðhaldsfólkini hjá KÍ, besta viðhaldsfjøld í landinum, ikki sleppur at uppliva dystirnar á Tórsvølli, Djúpumýru ella í Dublin. Tað merkist veruliga, at áskoðararnir sakna at síggja dystirnar, og at leikararnir sakna áskoðararnar, og roynt verður sanniliga at viga upp ímóti hesum til stórfingnu móttøkurnar, tá liðið vendir heim. Tí gongur tað væl hjá KÍ, gongur tað væl í Klaksvík. Norðlýsið verður ikki við KÍ-hetjunum í Dublin, men vit standa klárir, tá KÍ koma sigurssælir heim úr keltisku grannatjóðini.

 

KOYR Á, KÍ!

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Heimabakstur og ítriv, tá hugnin fevnir…
Neyðugt við breiðari semju um veiðigjald…
Meira útróður
600.000 kr. til nýggjan buss til Trivna…
Tíð er til at handla - tíð er ikki til a…
Hvat merkir samgonga, og hvat er ein sam…
Útróðurin - toskurin letur bíða eftir sæ…
Jóla­konsertir: Útselt í Runavík – fá atg…
Mjølnir A vann g14 b bólkin
Hava róð fyri heilsuna
Jóla­skipið og Ársins Rósa - ikki í ár
Ingálvur av Reyni endaði sálmasangin í k…
Smoltstøðin á Glyvradali útbyggj­ast við…
Hjálparpakki 2: Í alt fimm milliónir kró…
Hvør er ársins fyrstuhjálpari 2020?
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, lands…
Svarti fríggjadagur nærkast
Klaksvík millum Gentofte og Calcutta (nú…
Hvussu hevur tú tað? 2019
Stórsigur í toppdysti