Lýsing
Lýsing
Lýsing
Klaksvíkar Sjúkrahús í serflokki | Mynd: Oliver Joensen

Rehabilitering í heimsflokki á Klaksvíkar Sjúkrahúsi

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  01.10.2020 - 09:36 Tíðindi

Sólskinssøgurnar er nógvar, m.a. uppliva starvsfólkini á sjúkrahúsinum, at sjúklingar er farnir til gongu, eftir at viðgerðarstøðini í Danmark hava mett hesir til at hava tørv á koyristóli restina av lívinum, og ja, onkur hevur enntá fingið koyrikortið aftur.

Eitt punkt í Menningarætlanini fyri sjúkrahúsverkið er rehabilitering. Landsstýrismaðurin í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, hevur sett sær fyri, at gera eyka nógv burturúr hesum í síni setu sum landsstýrismaður.

Klaksvíkar sjúkrahús hevur síðani 2015 tikið sær av rehabilitering av til dømis sjúklingum við seinheilaskaða. Seinheilaskaði kemur av eitt nú eini bløðing í heilanum orsakað av trauma ella øðrum. Hesin sjúklingabólkur verður sendur frá Landssjúkrahúsinum til Ríkissjúkrahúsi til viðgerð og verður síðani sendur á eitt høgt specialisera uppvenjingarstað í Danmark. Undranin í Danmark hevur verið, at føroyskir sjúklingar við seinheilaskaða hava verið munandi longri á tílíkum specialiseraðum “heimum” í Danmark enn danir. Hetta nokk tí at vit í Føroyum ikki hava havt somu tilboð, sum tey hava í Danmark.

 

Tørvur og tilgongd

Tað eru umleið 1 – 3 sjúklingar í hesum sjúklingabólkið um árið og síðani 2015 eru umleið 12 av hesum sjúklingum visiteraðir á Klaksvíkar sjúkrahús. Tá ið ein sjúklingur við seinheilaskaða fer av Ríkissjúkrahúsinum, fær Klaksvíkar sjúkrahús boð umvegis sjúklingasamskiparin í Danmark, at sjúklingurin er farin á eitt høgtspecialiserað viðgerðarstað. Í meðan sjúklingurin er á hesum stað, fær Klaksvíkar sjúkrahús javnan “statusar” um hvussu gongur hjá sjúklinginum. Tá ið so sjúklingurin er klárur at útskriva, verður hann av einum visiterandi lækna, við speciali í neurologi vístur á Klaksvíkar sjúkrahús til specialiseraða rehabilitering.

Sum oftast fara starvsfólk frá Klaksvíkar sjúkrahúsi niður til Danmarkar eftir sjúklinginum og fylgja honum heim. Starvsfólkini steðga ofta í tveir dagar, fyri at vera við í viðgerðini og røktini av sjúklinginum, soleiðis at flytingin frá einum stað til annað skal gerast so smidlig sum gjørligt.

 

Serfrøði í serflokki

Fyri at tryggja, at serfrøðin altíð er hin besta, hevur Klaksvíkar Sjúkrahús gjørt avtalu við Vejle Fjord Rehabilitering, ið er eitt av hesum spesialiseraðu rehabiliteringsstøðunum í Danmark, um sparring, supervisión og skeiðsvirksemi. Annan hvønn mánað, er videofundur, har ymisk evnið verða tikin upp og starvsfólkini fáa atgongd til neuropsykolog, fysioterapeutar, ergoterapeutar v.m.

Gongdin í mun til seinheilaskaða er at sjúklingurin er innlagdur á seingjardeildini á Klaksvíkar sjúkrahúsi í 3 mdr. og kann henda tíðin variera nakað, alt eftir hvussu gongur hjá sjúklinginum. Aftaná innleggjanina er eitt ambulant forløb upp á 3 mdr. Um sjúklingurin er undir 67 ár er tað Almannaverkið, sum tekur yvir og er sjúklingurin yvir 67 ár eru tað kommunurnar, sum taka yvir.

 

Nógvir fakbólkar samstarva

Ein trupulleiki hevur verið, at ongin neurologur hevur gjørt status uppá sjúklingin aftaná, at hann er visiteraður á Klaksvíkar sjúkrahús. Heldur ikki hava apoplexi-sjúklingar fingið tað 3-mánaða kontrollið, teir helst skulu hava aftaná útskrivaðan. Fyri at tryggja bestu viðgerð til sjúklingabólkin, hevur Klaksvíkar sjúkrahús nú gjørt avtalu við tveir neurologar, sum javnan at koma á Klaksvíkar Sjúkrahús, og koma teir at taka sær av at gera status við útskrivan av sjúklingum við seinheilaskaða og 3 mðr. kontroll av apoplexisjúklingunum, eins og øðrum trupuleikum sum stinga seg upp, ímeðan sjúklingurin er innlagdur á Klaksvíkar sjúkrahús.

Klaksvíkar sjúkrahús er í støðugari menning av sjúkrarøkt, fysioterapi og ergoterapi til hendan sjúklingabólk, eins og kostur verður sæð sum ein stórur partur av viðgerðini. Tað krevjast nógvar ressoursir til henda sjúklingabólk, tá ið tann tungi parturin liggur aftaná diagnostiseringina.

 

Sólskinssøgurnar

Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi siga tey, at tað er gevandi og spennandi at arbeiða við hesum sjúklingabólki, tá ið tað í neyðini ofta eru tey smáu tingini sum ein kann gleðast um. Eisini er áhugavert at síggja, at tað ikki altíð gongur sum mett er frá fyrstanum tíð. Sólskinssøgurnar er nógvar, m.a. uppliva starvsfólkini á sjúkrahúsinum, at sjúklingar er farnir til gongu, eftir at viðgerðarstøðini í Danmark hava mett hesir til at hava tørv á koyristóli restina av lívinum, og ja, onkur hevur enntá fingið koyrikortið aftur. Sjúklingar sum koma við sondu og ikki kunnu eta, fara at eta aftur. Hetta hevur kanska ikki so nógv við sjálva viðgerðina at gera, men við tað, at sjúklingurin aftur er í sínum nærumhvørvið og følir seg heima aftur.

Tað hevur eina psykologiska ávirkan til tað betra, at sjúklingarnir fáa viðgerðina í Føroyum, at teir síggja sína familju, og at tað verður tosað føroyskt við tey. Hetta hjálpir nógv meira, enn fólk vanliga geva sær far um. Sjálvt tað at eta føroyskan mat aftur hevur stóran ávirkan á teirra lívsgóðsku.

 

Áhaldandi fokus á menning

Klaksvíkar Sjúkrahús hevur síðani 2015 ment tilboði til seinheilaskaða og upparbeitt eina ekspertisu, soleiðis at tey eru fakliga heilt frammi í skónum. Tað sum arbeitt verður við nú er at fáa uppnormering til røktarstarvsfólkini og at betra um fasilitetirnar, herundir venjingarhølini, hjálpitól v.m. Hetta arbeiði er nú eisini væl ávegis.

 

Alexandra á Dul er stjóri á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Mynd: Oliver Jeonsen

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Upptakt: KÍ-HB
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik