Lýsing
Lýsing
Lýsing
Nýggi læknin hevur nú starvast á Klaksvíkar Sjúkrahúsi í 7 vikur, og hann og leiðslan lata heilt væl at hvørjum øðrum. | Mynd: Egin mynd.

Klaksvíkar Sjúkrahús sett serlækna

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  18.10.2020 - 00:39 Tíðindi

Leiðslan á Klaksvíkar Sjúkrahúsi boðar frá, at tey hava sett Peter Buhl Jensen, serlækna í onkologi, í starv sum medisinara. Hann tók við starvinum 1. september 2020.

Peter Buhl Jensen er ein sera royndur yvirlækni við óvanliga stórari vitanartyngd. Hann hevur m.a. starvast sum leiðandi yvirlækni á onkologisku deild á Aalborg Hospital og sum yvirlækni á Ríkissjúkrahúsinum. Aftrat hesum hevur hann eisini drúgvar royndir í gransking og menning av krabbameinsheilivági og hevur fingið tvey sløg av heilivági góðkend av amerikanska heilivágsmynduleikanum (FDA) og europæiska heilivágsmynduleikanum (EMA).

Norðlýsið hevur fingið orð á Peter Buhl Jensen, og hann sigur við Norðlýsið, at hann er sera glaður fyri starvið á Klaksvíkar Sjúkrahús. Eitt, sum honum dámar serliga væl er, at hann sleppur at arbeiða breitt við almennum medisini, og harvið brúka nógv fleiri av sínum førleikum. Á størri sjúkrahúsum er alt meira spesialiserað, og læknarnir sleppa í minni mun at virka uttanfyri sína sergrein.

Petur Buhl Jensen heldur fram við at siga, at tað er ein fragd at arbeiða saman við royndu læknunum og fasta starvsfólkahópinum av sjúkrasystrum, ið sambært Peturi eru stak kompetentar.

At Klaksvíkar Sjúkrahús hevur ta stødd, sum tað hevur, gevur honum sum lækna møguleika fyri at fylgja væl við hvørjum einstøkum sjúklingi. Fakliga orðaskiftið millum ymisku fakbólkarnar og góði kunnleikin, ein fær til sjúklingarnar, geva tilsamans gott høvi til eina viðgerð á høgum stigi og ikki minst eina effektiva viðgerðartilgongd, har eisini tey avvarðandi verða drigin inn í tann mun, sjúklingurin ynskir tað.

Frá leiðsluni á sjúkrahúsinum hoyra vit, at tey eru serstakliga væl nøgd við læknan. Tey siga m.a. at tað at hava fingið ein fastan medisinskan yvirlækna, ger at kvaliteturin av viðgerðini hjá teimum medisinsku sjúklingunum hækkar. Leiðslan endar við at siga, at teirra dugnaligu forvaktslæknar bæði kunnu fáa sparring og blíva avlastaðir í ein ávísan mun.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mileta í Mjølnir!
Prógvhandanin 2026
Laila & Malan á Summar Festival
Stórur áhugi fyri HM 2027: Telefonir­nar…
Skal bussskýlið sprongj­ast í luftina?
Føroyski stuttfilmu­rin “Eingin veit á mo…
Kunning um royndar­loyvi eftir reyðæti
Norð­urlendska tollsamstarvið styrkir eft…
Nú kennir KÍ sínar báðar møguleikar í 2.…
Páll Müller aftur í Team Klaksvík!
Swangah á Voxbotn 2026
Tríggir næmingar fáa prógv
Ein ferð gjøgnum Jákupsbrævið við Petur…
Hvat er ætlanin við Ídni?
Jenis spyr lands­stýrismannin um framtíði…
Reisigildi uppi á Deild í Mikladali
Johnny er formaður í grønlendsku Nýskipa…
Páll Müller satsar uppá hondbóltin
KÍ skal spæla móti FC Atert Bissen
Sí lutakastið her