Lýsing
Lýsing
Lýsing

Jógvan í Skorini: Eg stilli ikki uppaftur

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  19.10.2020 - 16:08 Politikkur Tíðindi

Borgarstjórin á Eiði boðar júst nú frá í tíðindaskrivi, at hann stillar ikki uppaftur til kommunuvalið 10. november

Jógvan í Skorini hevur sent soljóðandi skriv til miðlarnar:

 

Takk fyri tíðina

Nógv er broytt síðani eg byrjaði sum yngsti borgarstjóri i Føroyum nakrantíð fyri átta árum síðani einans 26 ára gamal.

Tíðin í kommununi hevur verið ein fantastiska spennandi og mennandi tíð. Starvið hevur givið mær ótrúliga nógvar góðar og serstakar upplivingar og lívsroyndir.

Við hesum ynski eg at takka øllum fyri eina ótrúliga góða og gevandi tíð. Eingin ivi er um at borgarar í Eiðis kommunu eru nakað heilt serligt. Øll árini havi eg kent eina sterka felagskenslu millum fólki at vit øll ynskja tað sama, vit ynskja øll eina positiva og sameinda kommunu, vit ynskja øll Eiðis kommunu tað besta.

Seinastu átta árini havi eg havt serstakliga gott fólk afturat mær í bygdaráðnum, og felags fyri allar bygdaráðslimirnar sum hava sitið, er tað sama, borgararnir skulu setast í fremstu røð. Tá hetta er sagt, so má eg tó nevna serstaka samstarvið við varaborgarstjóran Hans Jákup D. Johannesen, stóra tøkk fyri hetta samstarv. Fyri meg hevur hetta samstarv verið heilt ótrúliga gott, og vit hava onkursvegna kunna brúkt ymiskleikan hjá hvørjum øðrum til at finna loysnir kommununi at frama.

At enda vil eg takka øllum starvsfólkunum sum eg havi arbeitt saman við seinastu átta árini, bæði teimum sum eru farin víðari og teimum sum framvegis starvast hjá kommununi í dag. Somuleiðis ein tøkk til røsku og góðu vinnulívsfólkini í kommununi, tit eru ein av hornasteinunum undir eini sterkari kommunu.

Tað er við sorgblídni at eg við hesum boðið frá at eg ikki stilli uppaftur. Men enn eri eg rímiliga ungur, so hvør veit, kanska man bjóðar seg framm aftur um nøkur ár.

Enn eru tó slakir tríggir mánaðir eftir av setanini og ætlanin er at fáa nógv burturúr hesa seinastu tíðina.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival
Julian føroyskt met á 5 km og danskur me…
Myndarøð: Upplatingarveitsla á KG
Kythira! -Ella kanska ikki?
Hitabylgjur verða sannlíkt vanligari kom…
Móðir KÍ-leikarar í skelkandi tapi
Varpið vorðið miðdepilin í Klaksvík
Upptakt: KÍ-07 Vestur
Føroyar í hálvfinaluni eftir sigur á And…
- Errin bjóða vit øllum heiminum inn til…
Jógvan Júst talar í Betesda sunnudagin
Føroysku flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu 3-0 á…
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…