Lendisgøtur og View Point
Fólkaheilsa er tað sum nútíðarmenniskjað hevur stórt fokus á. Rørsla og sálarrøkt er lykilin til góða fólkaheilsu. Og hvat er tá betur enn at fara ein túr í hagan? Tú fært bæði rørslu og frið í sinnið.
Nógv eru tey, ið gera sær ein túr niðan á Kærlighedsstigen ella ein túr eftir gomlu Oyragøtu, út í perluna úti í Grøv. Onnur fara longur og klíva í allar tindar, men tað er verri enn so fyri øll.
Og stuttligt at síggja hesi stóru liðini hjá Treystinum renna út eftir Oyravegnum ella Ánavegnum. Og ófør eru tey at skipa fyri ymiskum heilsurenningum.
Stuttligt er eisini at fylgja við, hvat okkara vakra náttúra ger við okkum menniskju. Merki tað sjálvur og serliga tá ið man leggur onkrar myndir út. Nógv likes og nógvar góðar viðmerkingar. Alt prógv um, at hetta ger nakað gott við okkum. Eisini at fleiri kundu hugsað sær at fingið lut í hesi uppliving og sálarbót, men at hagin sjálvur/undirlendi er ein ov stór avbjóðing fyri fleiri.
Rundan Klaksvíkina er serstakliga vakurt. Far ein túr niðan á Klakk ella Kjøl. Tit, sum hava verið, vita tað. Men neyðugt er ikki at fara so langt fyri at síggja tað vakra. Aðrir vinklar eru eisini.
Í samráð við bóndir og ognarnar átti kommunan at gjørt eina lendisgøtuætlan uttan um og uttan fyri býin. T.d. úr Grøvini og niðan á Hamar og norð og omanaftur við Ravnagil. Úr Grøvini og eftir hamrinum og út á Oyrar. Lendisgøtu um Klakkin yvir á Háskúlan. Út á Borðoyanes. Møguleikarnir eru nógvir og fjølbroyttir.
Tá eg tosi lendisgøtur, er tað sløtt eyrgøta, sum er so breið, at tvey fólk væl og virðiliga kunnu møtast uttan at fara av vegnum fyri hvør øðrum. Trúgvi at bóndirnir høvdu verið við upp á tað, tí tað átti at verið ein fyrimunir bæði í teirra røkt av haga og at hagin annars var avlastaður, tí at fólk tá brúktu gøturnar heldur enn at traðka hagan.
Eisini fyri íðkarnar í t.d. Treystinum og hjá fólki, sum renna, vildi hetta verið serliga kærkomi at fingið møguleikar, har bilferðsla ikki órógvar. Mammubólkar við barnavogni, ella bara onkur, sum vil ganga sær eini túr og njóta tað vakra.
Klakkur er tann avgjørda perlan, bæði til útsiktina sjálva og til atkomu. Í samráð við festaran átti gøtan at verið gjørd orduliga góð niðan á Klakk. Eina gøtu, sum koyristólur eisini kundi brúkt. Og har skuldi verið gjørt eitt gott skýli við góðum glasi soleiðis, at fólk kundi verið har og notið tað vakra. Um summarið kanska ein kaffisøla eisini.
Eitt veruligt View Point, sum verðin og vit Klaksvíkingar valfartaðu til. Tað hevði eg viljað!
Við Klaksvíkskvøðu
Frímund Hansen
Um Eiði 8
Svínoy