Lýsing
Lýsing
Lýsing

Dagstovnarnir skulu virka undir góðum kørmum og ikki bara nøktandi kørmum  

SKRIVAÐ: Rógvi Jacobsen  |  23.10.2020 - 15:13 Kommunuval 2020 Politikkur

Varandi og tíðarhóskandi loysnir skulu raðfestast. Ikki í framtíðini, men beinanvegin. 

Sum pápi at tveimum børnum í aldrinum 3 og 7 ár, havi eg seinastu árini havt tilknýtið til dagstovnaøkið í býnum, og tað er onki at ivast í, at starvsfólkini á økinum gera eitt stórt arbeiði.  

Størsti parturin av børnunum eru á stovni ein stóran part á degnum, og tí hevur tað stóran týdning fyri okkum foreldur, at tey fáa umsorgan, verða ment og læra nakað nýtt. Eg kann bara staðfesta, at tað er ótrúliga stuttligt at síggja, at lærdómurin strekkir seg frá at fletta seyðabein til vanligan fólkaskikk, sum m.a. er at lurta eftir hvørjum øðrum, tá ið flest øll vilja hava orðið í senn.  

Trivnaðurin í einum barnagarði er rættiliga avgerðandi fyri, hvussu okkara børn mennast. Tað er galdandi bæði fyri børn og starvsfólk. Tað er eisini ein sannroynd, at vit trívast best, um karmarnir rundan um okkum eru tíðarhóskandi. Har meti eg, at vit eiga og skulu gera tað betri.  

Fleiri av stovnunum í býnum eru ikki dagførdir so hvørt, sum teir eru eldir. Tað ger, at arbeiði bara veksur seg størri fyri hvørt ár sum gongur.  

 

Vit eiga at byggja nýtt – beinanvegin! 

Í nógv ár hevur verið tosað um ein nýggjan dagstovn, men longur enn á tekniborðið er hann ikki komin. Við økta barnatalinum og ynskinum um at niðurleggja nakrar av smáu stovnunum, sum eru í leigaðum hølum, so fer tað at tátta í, at tørvur er á at byggja tveir nýggjar stovnar. 

Tað ljóðar kanska stórt og kostnaðarmikið, men satt at siga, so er tað ikki serliga ógvusligt, tá hugsað verður um, at hetta er ein íløga í okkara dýrastu ogn.  

Men vit vita øll, at ein slík verkætlan tekur tíð. Serliga um hon ikki verður raðfest høgt.  

Tað kann ikki vera rætt, at næst størsta kommuna í landinum ikki kann samanbera sínar karmar á dagstovnaøkinum við aðrar stórar kommunur. Eg vil í øllum førum arbeiða fyri, at meira ferð verður sett á hetta arbeiðið. Samstundis vil eg arbeiða fyri, at játtanin til viðlíkahald verður økt, soleiðis at verandi stovnar í bíðitíðini kunnu virka undir góðum kørmum og ikki bara nøktandi kørmum.  

Dugnalig starvsfólk vísa dagliga, at tey eru før fyri at skapa innihaldið. Lat okkum geva teimum góðar karmar at virka undir. 

 


Rógvi Jacobsen

Valevni fyri Norðoya Tjóðveldisfelag

Lýsing
Seinastu tíðindini
Súnhild Langgaard er borgari nr. 1600 í…
Ein fotosafaritúrur um Mykines (Seinni p…
Ein fotosafaritúrur um Mykines (1. partu…
Umfatandi eftirlits­kann­ingar av línuskip…
10. ferð at KÍ kemur víðari í altjóða fó…
Samrøða við Hallur Joensen
Video: KÍ 2 - 0 SJK Seinäjoki
Gongur væl við KG
Norðborg á Norð­havnina
Borgar­stjó­rin heilsaði upp á gullvinnara…
Tollstríðið órógvar handilin
Lions stuðlar Sinnisbata
Lívsleiðis Hendingar
Bogi Bech Jensen: Sloyfa málið um 100% g…
Finalur­nar í einmansleiki klokkan 10
Klaksvíksdamur í finaluni í dag
Myndarøð: KÍ vann samanlagt 4-1 á SJK
KÍ kom aftur í ár víðari eftir sannføran…
Samuel Chukwudi takkargávu úr Klaksvík
Føroyskir viðmerkjarar til NSÍ dystin