Lýsing
Lýsing
Lýsing
Elian E. Elttør, valevni fyri Sambandsflokkin til kommunuvalið 10. november. | Mynd: Egin mynd.

Virðing fyri tínum skattakrónum!

SKRIVAÐ: Elian E. Elttør  |  24.10.2020 - 21:09 Kommunuval 2020 Politikkur

Vit í Sambandsflokkinum hava allarstørstu virðing fyri tær. Tú, sum dagliga fert til arbeiðis, fert á sjógvin í øllum veðri, og tú, sum arbeiðir, tá onnur kunnu halda frí. Tú, sum hvønn mánaða leggur 21% av tínari forvunnu upphædd í kommunukassan.

Tað er tú, sum gert tað gjørligt, at kommunan kann grava, byggja og afsaltera. Tað verður tær fyri at takka, at vit framhaldandi kunna menna okkara kommunu - at vit kunna bjóða tær ta tænastu, sum ein góð og livilig kommuna skal kunna megna.

Vit hava so stóra virðing fyri tær, at vit ongantíð, ONGANTÍÐ høvdu stuðlað skilaloysinum, sum tú hevur verið vitni til hesi seinastu árini.

Hesar síðstu vikurnar hevur enntá valstríð verið rikið við tínum pengum - pengum, sum tú hevur lagt í kommunukassan, tá ið mánaðurin var liðugur.

Tú, sum leggur tínar pengar í kommunukassan, hevur krav upp á, at teir verða brúktir á skynsaman hátt og við góðari tilrættarlegging. Tá røkka teir longst og koma flestum til góðar. Tá kunnu vit í felag, við tínum pengum, menna Klaksvíkar Kommunu.

 

Við allarstørstu virðing,

 

Elian E. Elttør,

Valevni á lista B  

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kanska kemur Ritan fyrst til Svínoyar
Starvs­fólk til Baldursbrá
Herluf í Skálanum
Nevndin í Reyða Krossi afturvald
Búnaðargrunnu­rin hevði í 2025 eitt sítt…
Róðrarsamband Føroya og Trygd hava undir…
Alivinnan er ikki ein klassisk tilfeingi…
FM vinnarar í estetiskum fimleiki 2026
Sannfør­andi sigur og fleiri ungir leikar…
KÍ kvinnur­nar vunnu á Skála ÍF
Veðrið í vikuni
Hvussu nógv regn kom niður í apríl í ár?
Árni bleiv besti leikari í apríl
KÍ tók ikki av mongu møguleikunum
Apríl 2026 – eitt sindur kaldur og turru…
Latið ei søguna doyggja: 70 Lítlubrekku–…
Myndarøð: Súlur í Klaksvík
Niklas á Trappuni
Ulf Nordlund farin
Johild Johannesen 80 ár