Lýsing
Lýsing
Lýsing

Lægri skattaprosent og hægri barnafrádrátt!

SKRIVAÐ: Oddmar á Lakjuni  |  29.10.2020 - 19:12 Kommunuval 2020 Politikkur

Vit skulu hava álit á borgaranum og lata hann hava størri ræði á egnum pengum.

Tað er tíð uppá, at borgarin í Klaksvíkar Kommunu kemur at merkja ágóðan av góðu gongdini í samfelagnum í størri mun, og at vit lata borgaran hava størri ræði á egnum pengum.

Seinastu vikurnar hevur Dagur og Vika havt innsløg, har tey samanlíkna ymsu kommunurnar í landinum fíggjarliga. Tað er ikki blivið dult fyri føroya fólki, at fólk í Klaksvíkar Kommunu hava munandi minni eftir at liva fyri hvønn mánaða eftir skatt og barnafrádrátt enn tey, sum búgva í eitt nú Tórshavn.

Útrokningar vísa, at ein familja, við einari miðalinntøku og tveimum børnum, hevur uml. kr. 15.000 meir eftir um árið, um hon búsetist í Tórshavn heldur enn í Klaksvík. Fleiri túsund krónur gera ein sera stóran mun hjá einari barnafamilju.

Hetta skal broytast!

Tað er løgið at hugsa sær, at Klaksvíkar Kommuna, har inntøkurnar ongantíð hava verið so stórar sum nú, og inntøkurnar ár aftaná ár hava verið størri, enn mett verður, hevur eitt av hægru skattaprosentum í landinum og ein av allar lægstu barnafrádráttum.

Tað skal gerast bíligari at velja Klaksvík, og tað kann í hesum døgum væl lata seg gera at seta skattaprosentið niður við 1-2% og hækka barnafrádráttin uppá 8000 kr.

Til hetta krevst, at Klaksvíkar Kommuna velur at raðfesta tann einstaka og barnafamiljurnar, og tað er nakað, ið eg veruliga ynski at arbeiða fyri, um eg fái møguleikan, soleiðis at vit gerast ein kappingarførari kommuna.

Oddmar á Lakjuni, býráðsvalevni Fólkafloksins

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Várljóð - ein røð av konsertum her norðu…
Leygar­dagin 21. mars hevði Einleikarafel…
Tilbúgv­ingar­venjing – Djúpini 2026
Stjørnan og Neistin leika fjóðringsf­ina…
Fólka­vøkstu­rin steðgaði av lækna­stríðnum
Beinir: - Vit skulu finna loysnir uppá m…
Visit North sjósetir nú nýggju haldføris…
Elding økir um sítt virksemi
Rúsan letur aftur í Klaksvík
- Fuglafjørður er fiskivinnu høvðusstaðu…
Góðu limir, foreldur og hjálpar­fólk
Kom til verka saman við altjóða sjálvbod…
Eitt 58 ára minni Pálmasunnudag - og hug…
Sóley Sjúrðaberg sett í starv sum integr…
Eirikur vitjar Norðlýsið
Steffan vitjar Norðlýsið
Soleiðis gjørdist valúrslitið í Norðoygg…
Til útróðrar í páska­feriuni
7 KÍ leikarar á lands­liðnum
Betri Trygging komin upp á pláss á Nólso…