Eitt meiri rúmligt og frælst samfelag?
Vit hava nú livað við broytingini av hjúnabandslógini í eina tíð, og avleiðingarnar eru farnar at vísa seg. Ført verður fram, at tá vit hava viðtikið lógarbroytingina, so eiga vit eisini at broyta allar tær fylgilógir, sum eru ávirkaðar av hesum. Hetta ljóðar alt sera rímuligt, og átti eisini at veri gamaní, um so var at ein kann góðtaka tær fortreytirnar, sum hendan lógarbroytingin byggir á.
Lógarbroytingin javnstillar í verðunleikanum tveir bólkar, sum eru so ymiskir sum dagur og nátt. Hetta er at samanbera perir við bananir, sum má sigast at vera vánaligt lógarsmíð. Vit fáa nú brádliga nakrar lógir, sum gera mismun á fólki og mugu broytast. Spurningurin er so um hetta er ein reellur trupuleiki, ella bert eitt pseudoproblem, sum einki hald hevur í verðunleikanum? Tað velst alt um eygað sum sær.
Hvat er so definitiónin uppá at vera samkyntur? Ein skuldi trú at talan var um eitt 3. kyn. Tey eru ganska vanlig menniskju. Tey kunnu vera annhvørt maður ella kvinna. Tey hava bert eina aðra kynsliga orientering, enn tað sum samvarar við teirra formella og fysiska kyn.
Øll okkara kynseyðkenni liggja føst í okkara DNA. Hví í verðini skal okkara kynsliga orienteringin so vera ein flótandi og óavhengigur faktorur í hesum samanhanginum? Svarið uppá tann spurningin er, at hetta er neyðugt fyri at kunna fáa politiska undirtøku fyri homoseksualitet v.m.!
Vit síggja her, at alt tos um at tey samkyndu skulu tilhoyra ein serligan minnilutabólk í samfelagnum, stendur og fellur við hugtakinum kynslig orientering. Er tað normalt at vera samkyntur, nakað sum vit ikki sjálvi hava valt ella ei? Er tað rætt, at eitt samfelag skal stuðla uppundir slíkt?
So leingi, sum vit enn hava talufrælsi, hava vit rætt til at gera galdandi, at hetta er at ganga ímóti náttúruni. Ein bardagi, sum vit eru dømd til at tapa. Hetta er uppreistur ímóti skaparanum, og ein andstygd í hansara eygum. Hetta kann ikki javnsetast við tað normala og natúrliga hjúnabandið, sum er vælsignað av Gudi. (Tað er als ikki eitt ókent fyribrygdi aðrastaðni, at fólk, sum eru ímóti LGBT+ flóðalduni, verða søgd úr starvi, tí hesir báðir bólkarnir ikki kunnu vera í stovu saman.)
Vit koma ikki uttanum tann verðunleika, at homoseksualitetur er andstygd yvirfyri Gudi! At góðtaka slíkt er arrogant og at fara ov vítt! Sum orð Guds so rámandi sigur í Ezek. 16:49 ” Hetta var misbrot Sodoma, systur tínar: Hugmóð; (sum er PRIDE á enskum) ov mikið av breyði og tryggan frið høvdu hon og døtur hennara; ….”
(NEI vit skulu IKKI fylgja bíbliuni í øllum, fyri at kunna kallast eitt kristiligt samfelag. Vit liva ikki undir lógini longur, men Gud er ikki broyttur. Tað, sum var andstygd yvirfyri Gudi undir lógini, er tað somuleiðis í dag, og fer at vera tað til allar tíðir.)
Tað kundi veri áhugavert, at spurt tey sum hava atkvøtt hesa lógarbroyting ígjøgnum, serliga tey sum siga seg vera trúgvandi, um tey meina, at Gud átti at givið Sodoma og Gomorra eina umbering? Halda tey verðunliga, at vit fara at fáa eitt meiri rúmligt og frælst samfelag, um vit biðja Gud um at gera so væl, at blanda seg uttanum, tá vit gera lógir í okkara landi?