Lýsing
Lýsing
Lýsing

Røktarheim og Hvíldarheim

SKRIVAÐ: Sámal Petur í Grund  |  06.11.2020 - 16:00 Kommunuval 2020 Politikkur Tíðindaskriv Tíðindi

Eingin ivi er um, at tørvur er á fleiri røktarheimsplássum í Klaksvíkar kommunu. Harumframt eru verandi røktarheimspláss sum als ikki hava nøktandi karmar.

Heimið við Vágna og sambýlið á Heygnum eru bygd til endamálið og fungera eisini gott.

Við einum ávísum kennskapi til røktarheimssektorin haldi eg, at vit kundu framt onkra rokering sum hevði givið nøkur pláss.

Her hugsi eg um Heimið við Vágna, sum uttan iva kundi húsa fleiri fastbúgvandi, um umlættingin var staðsett onkra aðrastaðnis.

Røktarheimsplássini sum eru samanbygd við sjúkrahúsið eru als ikki nøktandi karmar um fastbúgvandi óhjálpin, og eiga at vera avloyst av nýggjum røktarheimi, bygt eftir nútíðarkrøvum og til aktuella tørvin.

Verða Niðristova og Uppistova avloyst av nýggjum røktarheimi so gevur hetta ávísar møguleikar.

Til dømis kann onnur hæddin verið innrættað til eitt tíðarhósakandi hvíldarheim. Henda loysnin hevði komið bæði sjúkrahúsi og borgarum annars til góðar.

Hin hæddin kann so innrættast til tíðarhóskandi umlætting.

Hetta viðførir , at vit fáa nýggj røktarheimspláss í tíðarhóskandi kørmum.

Heimið við Vágna fær tá í minsta lagi pláss fyri 8 búfólkum aftrat.

Hetta er eitt dømi uppá møguligar broytingar sum kunnu geva fleiri tíðarhóskandi pláss til bæði røkt, umlætting og hvíld.

Vísa tit mær álit til kommunuvalið, so fari eg at arbeiða við praktiskum loysnum, har aktuella starvsfólkið verur tikið við uppá ráð.

SAMAN FRAMÁ

Lýsing
Seinastu tíðindini
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival
Julian føroyskt met á 5 km og danskur me…
Myndarøð: Upplatingarveitsla á KG
Kythira! -Ella kanska ikki?
Hitabylgjur verða sannlíkt vanligari kom…
Móðir KÍ-leikarar í skelkandi tapi
Varpið vorðið miðdepilin í Klaksvík
Upptakt: KÍ-07 Vestur
Føroyar í hálvfinaluni eftir sigur á And…
- Errin bjóða vit øllum heiminum inn til…
Jógvan Júst talar í Betesda sunnudagin
Føroysku flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu 3-0 á…
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…