Lýsing
Lýsing

Barna- og ungdómsøkiđ í Klaksvíkar Kommunu

SKRIVAÐ: Rakul Beinirsdóttir Gardar  |  09.11.2020 - 12:00 Kommunuval 2020 Politikkur

Børnini og ungdómurin skulu verða hoyrd. Spyrt tú tey, hava tey egin sjónarmið og tankar um teirra gerandisdag.

Herfyri svaraði ein smádrongur mær soleiðis, tá hann varð spurdur, hvat ið er best viđ at búgva í Klaksvík: "at tað er sól úti, og at børnini og tey vaksnu fanga krabbar og marflugur saman."
Veðrið fáa vit ikki gjørt so nógv við, men at vera virkin saman úti í náttúruni er avgjørt nakað, ið vit hava ríkar møguleikar at eftirlíka!


Seinastu tíðina hevur kjak verið um vantandi ansingarpláss í Klaksvíkar Kommunu. Framrokningar vísa, at tað alt fyri eitt er neyðugt at tryggja fleiri ansingartilboð komandi árini. Tað er sjálvsagt umráðandi, at kommunan kann nøkta tørvin á ansingarplássum bæði á dagstovnum og frítíðarskúla.
Vit skulu líta frameftir og byggja góðar stovnar sum eftirlíka nútímans krøv. Vit skulu vera proaktiv, veita ansingartrygd og hava eina greiða arbeiðsætlan innan barna- og ungdómsøkið.


Útsøgnin hjá fitta smádronginum lýsir kortini rættiliga væl, hvat tað er sum hevur størsta týdning, nevniliga trivnaðurin.
Børnini og ungdómurin eru okkara dýrabarasta tilfeingi, og tað ber als ikki til at gera teirra trivnað og menning upp í krónur og oyru.
Tey skulu hava bestu karmar at trívast, virka og mennast í.


Vit skulu uppraðfesta barna- og ungdómsøkið í kommununi bæði innan dagstovnar, skúla, frítíðarskúla og ungdómshús. Har tørvur er tí, skulu fleiri starvsfólk setast inn, soleiðis at orka og tíð er tilstaðar at veita børnum og ungum bestu tænastu.
Námsfrøðingar, hjálparfólk og onnur, sum arbeiða við børnum og ungum, skulu hava góðar arbeiðsumstøður, og yrki teirra skal raðfestast og virðast.


Viđ ynski um eitt gott val,


Rakul Beinirsdóttir Gardar
Valevni á lista E

Lýsing
Seinastu tíðindini
Páll A. Klettskarð elskar stóru dystirna…
Afturvend­andi avbjóðingar­nar mugu loysas…
Flogbóltur: U 17 liðini til EM-kapping í…
Myndir frá KÍ - B36
Video: Tá føroyameistaraheitið hjá KÍ bl…
KÍ kvinnur­nar Føroyameistarar 2021
Klaksvík – eitt portur til Evropa
KÍ-kvinnur­nar fáa FM-steypið í dag
Upptakt: KÍ-B36
KÍ vann seinast, men vanliga stendur B36…
Unglingar settu eld á rúsur
Mánakøka (Kina)
HB spælt uttan lógligan venjara – sleppu…
MEGD 40 ár
Vit mugu verja Bústaðir
Stutt Flutt Føroysk Framleiðsla  
Bob Sumareh er toppskjútti í topp 5 dyst…
Veðrið um vikuskiftið
Vit síggjast við Djúpumýru
Norðlýsið á gøtuni