Lýsing
Lýsing

Vit mugu halda góðu gongdini

SKRIVAÐ: Óli M. Lassen  |  09.11.2020 - 14:05 Kommunuval 2020 Politikkur

Nú vali stundar til, vil eg koma inn á ymisk økir í okkara kommunu. Fjøltáttaðir íbúðarmøguleikar, er stórstað uppgáva hjá komandi býráð, hetta krevur enn fleiri útstykkingar og verður nú arbeitt við hesum. Tað frøðir meg almikið, at fimleikafelagið í dag er komi út við tekningum av nýggjum fimleikarhølini. Eg eri klárur til fýra ár afturat, til at menna okkara kommunu.

Tað er altíð hugaligt at virka í einum samfelag sum er í blómandi menning og har virkisfýsni er stórt.

Í dag kann eg eisini fegnist eg um, at vit hava fingið nýggjan skúla, ið longu er útgoldin uttan lántøku, 110 milliónir krónur tað er flott. Vit fáa nýtt vinnuøkið undir Hamri á Borðoyarvík og gevur hetta aftur møguleikar til, at vinnubygnigar í Klaksvík verða tøkir.

Økta virksemi sæst eisini aftur í bilparkini í býnum og tí hava vit gjørt fleiri nýggj parkeringspláss, og fara vit eisini at gera enn fleiri.

Skulu vit loysa vaksandi parkeringstrupulleikan á vegunum í Klaksvík, so skulu heilt aðrar loysnir til, enn tær ið eru nýttar higartil. Møguliga skal kommunan saman við eigarum av økjum fram við vegnum, gera eina felags loysn, har kommunan fer inn og er aktivur viðspælari. Fái eg møguleikan komandi setu, so skal nógv setast inn á hesum økið.

Vit hava fingið eina snotiliga smábatahavn á vánni.  Menn enn manglar eitt maritimt umhvørvið, hetta er spennandi at fara undir í komandi setu.

Stóru útstykkingarnar á Fossum og undir Fossum gera, at enn fleiri borgarar fáa egnan bústað í okkara kommunu. Komandi útstykkingarætlan við Domus byggingina til 12 sethús beint við nýggja Barnagarðin. Grundstykkini skulu verða 400 kvadratmetrar, hendan ætlan verður skjótt løgd fram, eisini eru aðrar útstykkingar ætlanir fyri framman. Vit mugu bjóða borgarunum at hava fleiri møguleikar at velja ímillum hvar familjan vil byggja ella leiga. Á Biskupstøð er eisini ætlanin at fáa enn fleiri íbúðir og møguleiki er fyri, at hetta kann verða lutaíbúðir.  

Vit hava valt at halda áfram við bussleiðini í Klaksvík og hava lagt nógva orku í at fáa eina vælvirkandi bussleið á Kalsoynni.  

Svimjihøllin er ein brakandi sucess og fara vit at útbyggja uttandura vælveruøkið við hitapotti og sauna. Kann eisini fegnast um, at nýggja Fimleikarhøllin er staðsett í stationøkinum beint við KÍ høllina.

Nógv spælipláss er gjørd av nýggjum í býnum og er hugaligt at síggja hvussu nógv tey verða nýtt. Spæliplássini á dagstovnunum mugu eisini dagførast. Gøtur og lundir eru gjørdar og skulu vit eisini gera fleiri lundir og grøn økir, fáa ljós á gøtuna út í Grøv og gongubreyt frá Klaksvík til Ánirnar. Hetta arbeiðið má gerast í samstarvið vil Landsverk. Gøtu fram við vánni, er nakað sum vit eru fleiri um, halda skal gerast.  Haldi eisini at tað eru nógvir møguleikar til ferðavinnu og øll tey sum ganga niðan á Háls, við at gera parkeringsøkið betri uppi á Hálsi og og hartilhoyrandi wc og café.

Vit hava fingið umsorgarheimið Gloria og Gloym meg Ei, sum eru nýggj tilboð í okkara kommunu. Eisini ynski eg,  at vit fáa sett á stovn tilboð til børn og ung og borgarar ið hava sálarligar avbjóðingar.

Ungdómstilboðini í Atlantis og Húsið Dávavirkið er ein sólskinssøga. Ítróttartilboðini tróta ikki, og gera tey sjálvbodnu í ítróttarfeløgunum eitt sera stórt arbeiði fyri býin, og tað skulu tey hava tøkk fyri.

Av øðrum málum kann eg nevna, at vit saman við Bakkafrost hava gjørt stórar vatnútbygging og hava eisini gjørt munandi ábøtur á vatnleiðingar í Klaksvík.

Vit hava eisini skipa so fyri at hiti er í sjúkrabilunum í Klaksvík alt døgnið

Kommunan hevur gjørt avtalu við Sjúkraflutningstænastuna um, at kommunan rindar fyri at halda bilarnar heitar.

Fólkið, sum koyrir sjúkrabilarnar, hava tilkallivakt. Hesa tíðina standa sjúkrabilarnir heima hjá teimum, sum hava vakt, so teir kunna vera skjótir á staðið, tá brúk er fyri tí.

Meðan bilarnir standa heima, verða teir hitaðir við el. Kommunan hevur valt at átaka sær hesa útreiðslu fyri at betra um tænastuna til borgararnar í kommununi.

 

Vit eru ígongd við at gera enn fleiri gongubreytir, bryggjukanturin skal dagførast, ferð er,  at menna miðbýin og skjótt fær kappróðrarfelagið nýtt neyst og vónandi fáa vit eisini eitt hotell afturat í Klaksvík. Handilsdepilin letur eisini upp í miðbýarsentrinum.

Vit hava lækka gjøldini á dagstovnaøkinum, vit fara at fáa frítíðarkort til børn og ung til ítróttartilboð.

Jú sanniliga ein livandi kommuna við vakstrarmøguleikum og trivna.

Sum Formaður í teknisku nevnd, formaður í Ferðslunevndini, næstformaður í Byggi- & býarskipanarnevndini,  limur í Havna- & Vinnunevndini og limur í Mentunarnevndin fari eg at takka øllum býráðslimum fyri gott samstarv og ynskja tykkum eitt gott val og vónandi framhaldandi gott samstarv í komandi býráðssetu. Eg vil serliga takka Kristian Eli Zachariasen fyri hansara stóra arbeiði, at menna og fríðka býin og hansara strategisku evnir sum formaður í Byggi- & býarskipanarnevndini.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Páll A. Klettskarð elskar stóru dystirna…
Afturvend­andi avbjóðingar­nar mugu loysas…
Flogbóltur: U 17 liðini til EM-kapping í…
Myndir frá KÍ - B36
Video: Tá føroyameistaraheitið hjá KÍ bl…
KÍ kvinnur­nar Føroyameistarar 2021
Klaksvík – eitt portur til Evropa
KÍ-kvinnur­nar fáa FM-steypið í dag
Upptakt: KÍ-B36
KÍ vann seinast, men vanliga stendur B36…
Unglingar settu eld á rúsur
Mánakøka (Kina)
HB spælt uttan lógligan venjara – sleppu…
MEGD 40 ár
Vit mugu verja Bústaðir
Stutt Flutt Føroysk Framleiðsla  
Bob Sumareh er toppskjútti í topp 5 dyst…
Veðrið um vikuskiftið
Vit síggjast við Djúpumýru
Norðlýsið á gøtuni