Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

Glenn Ståhl til KÍ

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  12.11.2020 - 11:20 Ítrottur Tíðindi

Svenski venjarin verður í starvi hjá KÍ í 2021.

Fyri nøkrum vikum síðani skrivaði Norðlýsið, at KÍ var í gongd við at umskipa ungdómsdeildina í felagnum. Hetta er nú komið rættiliga langt. Sum skilst er ætlanin at seta ein stjóra at stýra hesi nýggi verkætlanini. Norðlýsið hevur frætt frá fleiri keldum, at hesin stjórin verður svenski venjarin Glenn Ståhl. 49 ára gamli sviin er kendur í føroyskum fótbólti. Í 2018 vandi hann besta liðið hjá TB/FCS/Royn, har liðið fekk 28 stig og endaði á 7. plássi, meðan hann í ár vandi besta liðið hjá NSÍ við góðum úrslitum, áðrenn hann bleiv uppsagdur vegna ósemju við leiðsluna um framtíðarleistin í felagnum.

 

KÍ fer væntandi at kunngera nýggja leistin fyri ungdómsfótbóltin í næstum. Ein leistur, sum Glenn Ståhl kemur at standa á odda fyri.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Alla Østerø sýnir fram
Grønland finnur seg ikki í tí – Føroyar…
Watch Me I'm Free
Siloakórið sangløtu mikukvøldið kl. 20
Jørgin Dahl letur tveir spildurnýggjar s…
Nú verður lættari at sleppa av við fløsk…
Klaksvíkar kommuna fer at skifta graslík…
Tjørnunes sigla millum Hvannasund, Svíno…
Ein vinarlig áheitan frá Miðflokki­num ti…
Framtak hevði eitt gott ár í 2023
Varpið fær tríggjar milliónur frá løgtin…
Tunga ferðslan darvað av kommununi
Randi á Bergi í starv hjá Blueberry Avia…
Watch Me I'm Free
Teitur spælir Poetry and Aeroplanes á G!
Nýggir kavarar fingið prógv
Takk fyri sýnda samkenslu
Dávið Ryan ætlar at gerast altjóða flogb…
Kunnandi fundur um nýggjar bátabrúgvar á…
Tað vakra hugtekur øll - hvussu skapa vi…