Lýsing
Lýsing
Nýggjur sangur: Tað kundi verið eg
Í samband við stóru landsinnsavningina hjá Reyða Krossi, varð nýtt lag smíðað.
Í gjár skipaði Reyði Krossur fyri landsinnsavning í sjónvarpinum. Til høvið varð ein serstakur sangur smíðaður, sum næmingar á Skúlatrøð sungu.
Næmingarnir eru Teresa Ziska Dahl, Anna Lovisa Mýri, Paula Á Lakjuni og Jóannes í Brekkuni. Skúlakórið og næmingar úr 4. flokki á Skúlatrøð sungu kór.
Sangurin er hugleiðandi og staðfestir, at tað kundi verið eg, og tað kundi verið tú, sum brádliga hevði brúk fyri hjálp.
Orðini og lagið eigur Steintór Rasmussen.
Les meira um sangin á heimasíðuni hjá Skúlatrøð: skulatrod.fo
Seinastu tíðindini