Lýsing
Lýsing
Lýsing
Johan Dahl, tingmaður, sigur seg vera noyddan at fylgja síni samvitsku í hesum málinum, og at hann annars ikki fær hugt at sær sjálvum í speglinum.

Johan Dahl: “So be it”

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  17.11.2020 - 18:42 Leiðarin Mentan Politikkur

Verði eg útihýstur úr samgonguni fyri at atkvøða fyri, má tað bara vera soleiðis, sigur Johan Dahl við ensku orðunum “so be it”. Johan Dahl letur seg ikki styggja av fráboðanum um at ongin samgonga er longur, um hann atkvøðir fyri at javnseta samkynd og hinskynd foreldur í Barilsskipanini. Hann sigur seg hava torført við at hyggja seg sjálvan í spegilin aftaná, um hann ikki fylgir síni egnu sannføring og samvitsku í hesum málinum. Á hini síðuni í sama máli er tað serliga Bill Justinussen í Miðflokkinum, ið kritar vøllin upp.

Fyrsta veruliga samgongukreppan er nú farin at prutla undir lokinum. Sum í mongum øðrum samgongum er tað eitt mál um rættindi hjá samkyndum, ið skilir vøtnini. Johan Dahl hevur boðað frá, at hann fer at atkvøða fyri at javnseta samkynd og hinskynd, og stendur rimmarfastur við sína støðu.

Málið var til fyrstu viðgerð í dag. Eftir fyrstu viðgerð fer málið í nevnd, og ongin atkvøðugreiðsla er fyrrenn eftir aðru viðgerð. Tískil vita vit ikki longu nú, hvar øll tingfólkini standa í málinum. Sjálvandi eru uppskotsstillararnir fyri, og møguliga er øll andstøðan fyri. Kristin Michelsen hevur tó kunngjørt, at hansara flokkur, Sjálvstýri, er stuðulsflokkur hjá Landsstýrinum, men av tí at hetta er eitt etiskt mál, er siðvenja at lata tað upp til tey einstøku tingfólkini sjálvi at gera av. So Kristin Michelsen er frítt stillaður í hesum málinum, og tað er ikki til at siga, hvussu hann fer at atkvøða. Og tað kann vísa seg at gerast avgerandi.

Bill Justinussen úr Miðflokkinum gjørdi tó sína støðu greiða, og minnir Johan á, at øll samgongutingfólk frá tíð til aðra mugu atkvøða ímóti skilagóðum andstøðuuppskotum, og sigur harvið, at tað eigur Johan Dahl at gera í hesum føri, eisini hóast uppskotið tiltalar hann. Men eftir fyrstu viðgerð at døma stendur Johan Dahl við sína støðu.

Hvat onnur samgongutingfólk fara at atkvøða, vita vit ikki enn. Vit kunnu vera rímiliga vís í, at Miðflokkurin atkvøðir ímóti, og at Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn fara at atkvøða fyri, allarhelst einmælt. Johan Dahl er higartil einasti samgongutingmaðurin, ið hevur boðað frá, at hann er fyri, og hugsast kann, at restin av samgonguni tekur undir við Bill Justinussen í meginregluni um, at tá ósemja er í samgonguni um eitt andstøðuuppskot, so skal uppskotið fellast.

Tað er her, at Kristin Michelsen kann vísa seg at fáa ein lyklaleiklut. Eru øll í samgonguni uttan Johan Dahl ímóti, kann Kristin Michelsen vera bjargingarmaðurin. Vit kunnu ímynda okkum, at Kristin Michelsen verður tikin inn í samgonguna og Johan Dahl útifrystur, um hann ger álvara av síni atkvøðu – sum alt bendir á. Hendir tað, so fellur uppskotið, og Johan Dahl verður settur á síðulinjuna, uttan at uppskotið varð samtykt. So fyri Johan Dahl stendur nógv uppá spæl.

Andstøðan brúkar sjálvsagt hetta høvið til at seta kílar í samgonguna, men kann enda við at gera Sjálvstýri til samgonguflokk. Og uttan iva kann Kristin Michelsen krevja nógv afturfyri at bjarga samgonguni, møguliga enntá ein landsstýrissess.

Enn er hetta tó metingar, men greitt er, at ABH-samgongan nú upplivir sína fyrstu innanhýsis kreppu, og restin av 2020 fer at vísa, hvussu væl hon hongur saman. Heilt mong stórmál standa fyri framman, og tey kunnu øll vísa seg at verða ávirkað av, hvussu leikur fer í júst hesum málinum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jóla­hugnaløta í kirkju­kjallaranum
Hallgerð og Anfinn vitja Norðlýsið
Eg eri ikki við í hesari korruptión­ini
Gerðabýti í Javnaðar­flokkinum
Syngja jólini inn í Kunoyar kirkju
Stakkavík 8.000 pund
Kropsligt sjálvræði nú!
Bartal og Bjarni og vinir teirra
Fosturtøkumálið fellir - woke brigadan t…
Hvat nú, um fostrið er eitt menniskja?
Jólarøðan hjá Elsebeth í Ánunum
Herman Samuelsen við jólatræið á Norðoyr…
Jólaklipp, sangur, borðspøl og hugni
Hálvir sannleikar og heilar villleiðinga…
Hugburðsbroyting á ovastu rókunum er ney…
Í hugnaliga jóla­prýdda býnum tendraði va…
Sjónám: Almenn fráfaringarløta fyri Sigr…
(Aftur) stórur spenningur um fosturtøkum…
Klaksvík setur gongd í størsta bústaðarø…
Jólatrø tendra í kvøld