Lýsing
Lýsing
Lýsing

Altjóða Barnarættindadagur í morgin

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  19.11.2020 - 20:08 Mentan Tíðindaskriv

Í morgin, 20. november, er Altjóða Barnarættindadagur, og í hesum sambandi fer Barna- og ungdómsráðið at handa Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttir, Landsstýriskvinnu í Almannamálum, og Kaj Leo Holm Johannesen, norðurlendskum samstarvsráðharra, eitt tilmæli, sum tey saman við børnum úr øllum Norðanlondum orðaðu á eini altjóða ráðstevnu í Danmark í januar í ár.

Ráðstevnan varð hildin í samband við, at tað í fjør vóru 30 ár liðin síðani at Barnarættindasáttmálin varð samtyktur. Undir ráðstevnuni varð eitt tilmæli orðað, sum norðurlendsku Barna- og ungdómsráðini fara at handa sínum avvarðandi politikarum í morgin á altjóða Barnarættindadegnum.


Vegna Covid-19 verður tiltakið avmarkað við luttakarum, men vit vilja fegin bjóða miðlunum við til tiltakið, sum verður í Smæruni og byrjar kl. 12.00. Høvið verður til at tosa við Barna- og ungdómsráðið um tilmælini og eisini landsstýrisfólkini, sum fáa tilmælini handað.


Skrá:

  • Barna- og ungdómsráðið bjóðar vælkomin.
  • Barna- og ungdómsráðið heldur eina røðu
  • Tilmælið verður handan landsstýriskvinnuni og Norðurlendska samstarvsráðharranum
  • Kaj Leo Holm Johannesen sigur nøkur orð um Norðurlendska samstarvið
  • Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna sigur nøkur orð um tilmølini
  • Barna- og ungdómsráðið takkar fyri.


Høvið verður so til at taka myndir, og at tosa við ráðið og landsstýrisfólkini.


Onnur, ið hava boðað frá luttøku eru Løgtingsins Umboðsmaður, sum eisini er Barnaumboðsmaður, Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður og nøkur umboð úr Løgtinginum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Munandi betrað landafrøði­lig umboðan
Óvissan um tjóðarsemjuna opnar fyri Nýgg…
Samgonguskjalið undirskrivað
Johan Dahl verður løgtingsfor­maður
Hesi verða lands­stýris­fólk
Mars – lýggjur og vátur
Fríðin: KÍ venur til Evropa
Stórur áhugi fyri framtíðarætlan­ini BHS2…
Bókaframløga: Øll lúgva fyri leiðara­num…
Birita í Filmsfelagnum
Gildistíðin á loyvunum verður hækkað
Fagraberg farin til fiskiskap
Samgonguskjalið lagt fram í Løgtinginum
Beinir Johannesen verður løgmaður
Wenzel Nordic Cup 2026 – Hondbólts­skúli…
Stór føroysk bókaútsøla
Nýggj list avdúkað á Miðnámi á Kambsdali
ABC býta málsøkini soleiðis
Sambands­flokku­rin fær fiski­vinnumál
Løgtingið verður sett mánadagin 13. aprí…