Lýsing
Lýsing
Bergur Jacobsen. | Mynd: Dávur Winther.

Klaksvík millum Gentofte og Calcutta (nú Kolkata)

SKRIVAÐ: Bergur Jacobsen  |  23.11.2020 - 08:40 Bloggur Tíðindi

Hetta var yvirskriftin á einari grein til Norðlýsið, eg fór undir at skriva í 2007, men sum vist ongantíð bleiv liðug og send til blaðið – kanska tíbetur? Upprunin til yvirskriftina var ein samtæla við eitt danskt par, sum var aftur og vitjaði eftir eitt ca. 40-ára millumbil. Samatalan fór fram á trappuni hjá Kristiani Ludvík, sum vit søgdu; tað er niðast í Dávabrekkuni við Stangavegin omanfyri Samsonarsmiðju.

Kvinnan hevði sum heilt ung nýútbúgvin virkað sum sjúkrasystir á Klaksvíkar Sjúkrahúsi einaferð fyrst í sekstiárunum, og maðurin hevði samstundis fleiri ferðir ligið á Klaksvík við donskum verjuskipi. Tey hittust kortini ikki fyrstu ferð í Klaksvík, men í einum brúdleypi hjá vinfólkum á Falster.

Tey giftust, og høvdu mangan tosað um at venda aftur til Klaksvíkar, har tey høvdu verið samstundis uttan at hitst. Klaksvíkin og Føroyar, ið maðurin sum sjómaður hevði sæð meira av enn konan, ið stórt sæð bara hevði verið í Klaksvík, høvdu mangan verið evnið, tey prátaðu um um kvøldarnar, og tá tey so høvdu lisið um undirsjóvartunnlarnar í einum av  bløðunum, gjørdu tey av, at nú skuldi tað vera, at tey tóku húsvognin og fóru aftur til Føroyar, og serliga Klaksvíkar, á veg til Íslands.

Hjúnini høvdu sett húsvognin frá sær niðanfyri sjúkrahúsið og gingið nakrar tímar runt í býnum.  Tey vóru stórliga bilsin yvir allar broytingarnar og framstigini, ið fram vóru farin tey umleið 35-40 árini, síðani tey seinast vóru í Klaksvík, og høvdu serliga lagt merki til tey mongu snotuligu, stóru og væl hildnu nýggju sethúsini. Og tað var her at maðurin tók nakað soleiðis til: At ganga runt í Klaksvik er sum at vera í Gentofte eina løtu, og í Calcutta næstu løtuna.  Her eru fínar ríkmannaborgir, og so knappliga tað reina slum.

O.K. Tað er nógv hent í Klaksvík tey 23 árini síðani hetta prátið fór fram á trappuni hjá Kristiani Ludvík. Farin býráð hava gjørt ótrúliga nógv fyri at prýða býðin, og tey eiga stóra tøkk upiborna fyri tað. Men samstundis kann tað kortini sigast, at alt ov nóg stendur framvegis og gálvar í hálvum gekki. Privatognir, sum liggja í vanrøkt, kann kommunan ikki gera so nógv við, um hesar ognirnar ikki eru til beinleiðis skaða fyri umhvørvið annars. Men hóast eg ikki eru dagligur gestur í Klaksvík, so veit eg at vitjandi leggja til merkis, at manga staðni (kring arbeiðspláss) er nógv órudd, og serliga at gongubreytirnar mangla!

Tað er altíð lætt at finnast at, men gløgt er gestsins eyga. Og tað kundi tí verið eitt ynski, at nývalda býráðið gjørdi Klaksvíkina til ein bý, heldur enn eina yvirvaksna Klondike-bygd, við at fullføra tað, sum er í gerð, og ikki at fara undir nakað nýtt, fyrrenn allir snøklarnir eru lidnir, óruddið er burturbeint, og tað verður trygt hjá fótgangarum og tví- og fýrahjólingum at ferðast í býnum.

Túnatosið við donsku hjúnini fór, sum longu nevnt, fram fyri 23 árum síðani, frammi við vandamiklasta vegapettinum í Klaksvík, og við útsýni yvir tvær ”arkitektoniskar perlur”, Samsonarsmiðju og Bollafabrikkina.

So frægir menn sum Símun á Høvdanum og Victor á Lakjuni hava fleiri ferðir dyggiliga víst á vandarnar og ferðsluóskilið við Stangavegin, og tað eru mong ár síðani, at vit lótu nakað at stykkinum niðanfyri hjá okkum til at breiðka vegin. Men økið sær stórt sæð tað sama út sum fyri 70 árum síðani, hóast ferðslan er økt 1.000%.

Samsonarsmiðja hevur líkst sær sjálvum øll árini. Men Bollafabrikkin er ikki vorðin vakrari, og kortini tosaðu onkur valevni nú uppundir kommunuvalið um at varðveita hendan hendan skrottbunkan.

Tað skuldi ikki undrað meg, um Samsonarsmiðja verður tann, ið fyrst noyðist at boyggja seg fyri framburðinum, tí hon er um eina øld gomul, og tað er eitt satt niðurrívingarsignal hjá Klaksvíkar Kommunu! Tað, at hon hevur eitt ávíst søguligt virði við einari upprunaligari essu í kjallaranum og teimum upprunaligu reimainstallatiónunum í stovuhæddini, ger smiðjuna til eitt heilt víst kommunalt bumbumál.

Bollafabrikkin er eitt skrímsl, bygd av vánaligum tilfari eftir seinna heimsbardaga, og tann framleiðslan, ið fór fram har, er bara ein lítil parentes í vinnusøguni í Klaksvík. Víst smakkaðu fiskabollarnir og fiskakøkurnar væl, og lundabringurnar í dósum vóru heldur ikki at kimsa at, men latum okkum goyma hesa søguligu parantesina á myndum á Fornminnisavninum. Javnið fabrikkina við jørðina og byggið í staðin tvey rað av prýðiligum og virðiligum egningaskúrum til útróðrarmennirnar, samstundis sum alt óruddið verður krógvað ella fyribeint.

Hetta var so heimspekin á hesum sinni av trappuni hjá Dáva, Lýðari, Kristiani Ludvig ella Kristiani á Hædd, alt eftir hvussu gamal lesarin er. Men vit fra at enda við at ynskja nýggja borgmeistaranum og nýggja býráðnum góða eyðnu við starvinum, og at tað má eydnast teimum at gera Klaksvíkína til minni Calcutta og meira Gentofte, færri kloddar og meira mynstur, og at fólk sleppa at ganga í býnum uttan at renna undan bilum.

Lýsing
Bloggarin
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Hvør bloggar
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin