Lýsing
Lýsing
Lýsing
Standandi f.v: Lena í Buð (venjari), Elisabet, Osla, Jensa, Margreta og Berit Norðoy Vilhelmsen (venjari). Framman frá vinstru Ranja, Nomi og Maria Teresa. | Mynd: Fleyr

Mjølnir A vann g14 b bólkin

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  23.11.2020 - 22:31 Ítrottur Tíðindi

Fleyr skipaði fyri FK kapping fyri yngri deildir í Tórshavn um vikuskifti. Einans Fleyr hevði meira tilmeldaði lið enn Mjølnir

Ungdómsarbeiði hjá Mjølnir gongur við rúkandi ferð. Hesaferð vóru 19 lið meldaði til FK kappingina, sum Fleyr skipar fyri á hvørjum ári fyri ungdómin. Umframt lokalar venjarar hevur Mjølnir eisini báðar útlendingarnir ávíkavist Alina Adamenya og Cristian Imhoff, at venja ungdómsliðini. 

Hugaligt var at síggja, at fleiri dreingjalið vóru tilmeldaði hesaferð. Tað hevur verið soltið seinastu árini, men við miðvísa ungdómsarbeiðinum sær munandi betur út á dreingjasíðuni eisini. 

Genturnar á myndini hava leikt saman í fleiri ár, tær hava allar aldur at leika í g12, men vunnu altso g14 b bólkin. Sera flott. 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ kom yvir marrubyrjan og vann greiðan…
KÍ vann 4-1 á Skála
Nýggj VAR-regla kann gera enda á filming
Veðrið í vikuni
Alt byrjaði móti KÍ hjá nýklæktari HM-st…
Kappróðrarumstøður­nar í høgættini í Runa…
Søguligur dystur endaði við javnleiki
Upptakt: Skála-KÍ
Seinasti sunnudags­skúli sunnudagin – bíb…
Ormurin Langi vann
UV vísitøl­ini á heimasíðu hjá Veðurstovu…
Søguligt norð­urlendskt meistaraheiti til…
Nøglin tippar topp-3 í áttamanna­farsróðr…
Skjótt verður tað bara siðvenja og ongin…
Norð­urlendsku samstarvs­ráðharra­r­nir hava…
Fipur til Heimið tillagað – ikki steðgað
Minningarorð um Jógvan Elias Joensen, Le…
Burtur við erva-dronumyndum av kappróðri
Ansa eftir, hvat tú ynskir tær - nýggjur…
KÍ kvinnur­nar taptu í kvøld