Lýsing
Lýsing
Lýsing

Jólakonsertir: Útselt í Runavík – fá atgongumerki eftir í Klaksvík 

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  24.11.2020 - 00:24 Mentan Tíðindaskriv

»Ársins Jólakonsert« er útseld í Runavík, og fá atgongumerki eru eftir til konsertina í Klaksvík leygarkvøldið

Næstu vikurnar fara Kim Hansen, Laila Carlsen og Malan Eyðunsdóttir at hava fimm jólakonsertir kring landið. »Ársins jólakonsert« kalla tey konsertirnar, sum verða í Klaksvík, Havn, Vestmanna og Runavík.

Forsølan til konsertirnar gongur væl, og nú er konsertin í Løkshøll í Runavík 18. desember útseld.

Fyrsta jólakonsertin við Kim, Lailu og Maluni verður á Spinnarínum í Klaksvík nú leygarkvøldið 28. november, og nú eru bert fá atgongumerki eftir til hesa konsert. 

Konsertin í Silo í Havn 12. desember er somuleiðis næstan útseld. Konsertir verða eisini í Havn 5/12 og í Vestmanna 13/12, og har gongur sølan eisini væl.

Kim Hansen, Laila Carlsen og Malan Eyðunsdóttir bjóða inn til hugnaligar og nærverandi jólakonsertir, har tey fara at spæla kendar føroyskar og útlendskar sangir. 

Atgongumerki fáast á heimasíðuni atgongumerki.fo

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ-HB: Toppdystur í kvøld kl. 19.00
Kirstin leitar eftir familju sínari í Fø…
Motussport selur til allar ítróttargrein…
Tað verður ikki dýrari hjá vanligum pens…
Megnar klaksvík­ingur at svara aftur?
Heimsmeistaraheitið í fótbólti - søgan u…
Formula heiðrað av HP fyri søluavrik inn…
Trump hátíðarheldur 80 ára føðingardag v…
Monika Stauss og Símun Hammer 2 konserti…
Føroysk vinnuferð til Suðurkorea
- Vit skulu verða tryggari á bóltinum
KG fekk vitjan í dag
KG fekk vitjan í dag
HM byrjar í kvøld, og eitt lítið oyg…
Føroya Bjór: Sigfríður Venned 40 ára sta…
Lands­nevndin hjá SU er skipað!
Ótrúliga søgan um 10-talið
Líðhamar inni við góðum 20.000 pundum
- Ronaldo má á bonkin hjá Portugal
Klaksvíkar kommuna – helst heimsins stør…