Lýsing
Lýsing

Kommunan og veiðigjøldini

SKRIVAÐ: Frímund Hansen  |  24.11.2020 - 21:54 Lesarabrøv Politikkur Vinna

Nú er aftur kjak um veiðugjøldini ella tilfeingisgjødini, sum fleiri eisini kalla tey. Eg havi havt mínar meiningar um mátar at krevja inn veiðu- og tilfeingisgjøldini, so tað fari eg ikki at viðgera her. Men farið hervið at gera vart við at tað er akkurát nú, at kommunan, sjálv ella saman við øðrum kommunum, eigur at gera vart við seg um, hvussu hesi gjøld verða deild millum land og kommunu.

Tað er nógvum fólki og feløgum úr okkara kommunu fyri at takka, at bæði nær- og fjarleiðirnar hava verið røktar og troyttar soleiðis, at vit í dag  hava tey veiðurættindi, vit í dag hava. Grundarlagið fyri tí tilfeingisgjaldi, sum nú skal krevjast inn. Eftir mínum tykki er tað ikki rætt, at hetta fer óskert í stórapott. Vit vita, at nógv av stóru feløgunum, oljufeløg, bankar, detailhandlar. o.a. sum troyta sínar leiðir um alt landið eru skattskyldug í høvuðsstaðnum. Partafelagsskatturin er deildur 70/30 millum ávikavist land og kommunu.

Tað er tí ikki meir enn rímiligt, at eitt líknandi býti verður í deilingini av inntøkunum av tilfeingisgjøldunum, alt eftir hvar feløgini eru reidd frá.

Eisini er vert at taka við, at 50%-60%, kanska enntá upp ímóti 70% av allari virðisøking í aling av laksi fer fram á firðum og sundum í Norðoyggjum. Og kommunurnar í økinum fáa nærum einki burtur úr, tá talan er um avgjøld. Uppskipingargjøldini verða goldin til Runavíkar Kommunu og avskipingargjøldini til Tórshavnar Havn/Kommunu, meðan firðir og sund í Norðoyggjum eru nærum neyðtikin í aling.

Í Noregi hevur man lóg um “areal-avgift”, har alarin í økinum rindar til avvarðandi kommunu, har hann alir, eftir øki, hann brúkar, og mongd, hann framleiðir. Hetta áttu vit eisini at innført í Føroyum, ella í øllum førum gjørt tað so, at kommunurnar, ið hýsa aling, fingu sín part av gjaldinum, ið tað almenna longu leggur á alingina. Tað er heldur ikki meira enn rímiligt.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Alla Østerø sýnir fram
Grønland finnur seg ikki í tí – Føroyar…
Watch Me I'm Free
Siloakórið sangløtu mikukvøldið kl. 20
Jørgin Dahl letur tveir spildurnýggjar s…
Nú verður lættari at sleppa av við fløsk…
Klaksvíkar kommuna fer at skifta graslík…
Tjørnunes sigla millum Hvannasund, Svíno…
Ein vinarlig áheitan frá Miðflokki­num ti…
Framtak hevði eitt gott ár í 2023
Varpið fær tríggjar milliónur frá løgtin…
Tunga ferðslan darvað av kommununi
Randi á Bergi í starv hjá Blueberry Avia…
Watch Me I'm Free
Teitur spælir Poetry and Aeroplanes á G!
Nýggir kavarar fingið prógv
Takk fyri sýnda samkenslu
Dávið Ryan ætlar at gerast altjóða flogb…
Kunnandi fundur um nýggjar bátabrúgvar á…
Tað vakra hugtekur øll - hvussu skapa vi…