Lýsing
Lýsing
Pison hevur verið millum teir tríggjar ísfiskalínubátarnir, ið hava selt fyri mest bæði í 2019 og 2020

Hesi línuskipini hava selt fyri mest í 2020

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  14.12.2020 - 15:17 Tíðindi Vinna

Tað sær út til at blíva ein afturgongd í sølu hjá bæði ísfiskalínuskipunum og frystilínuskipunum samanborið við 2019.

Í 2019 seldi Skørin mest av ísfiskalínuskipunum, tá hann seldi fyri 23,6 milliónir. Nýggjasta yvirlitið hjá Vørn vísir, at besta ísfiskalínuskipið higartil hevur selt fyri 13 milliónir. Har skal fyrivarni takast við, at tað kann vera ójavnt, hvussu nógvir túrar mangla at vera skrásettir. Tey flestu línuskipini avreiða fyri seinastu ferð í ár hesa vikuna. Skørin, Váðasteinur og Pison hava selt fyri mest higartil í 2020.

 


Línuskip (ísfisk) søla higartil í 2020:

Skørin 13,0 mió

Váðasteinur 12,8 mió

Pison 11,9 mió

 

Frystilínuskip
Í 2019 seldi Klakkur mest av frystilínuskipunum, tá hann seldi fyri 49,1 millión. Nýggjasta yvirlitið hjá Vørn vísir, at besta frystilínuskipið higartil hevur selt fyri 38,4 milliónir. Har skal fyrivarni takast við, at tað kann vera ójavnt, hvussu nógvir túrar mangla at vera skrásettir. Tey flestu línuskipini avreiða fyri seinastu ferð í ár hesa vikuna. Klakkur, Jógvan I og Stapin hava selt fyri mest higartil í 2020 við fyrivarni fyri, at onkur skip kunnu mangla fleiri túrar at skrásetast enn onnur.

Línuskip (frystilínuskip) søla higartil í 2020:

Klakkur 38,4 mió

Jógvan I 31,9 mió

Stapin 27,3 mió

Lýsing
Seinastu tíðindini
Alla Østerø sýnir fram
Grønland finnur seg ikki í tí – Føroyar…
Watch Me I'm Free
Siloakórið sangløtu mikukvøldið kl. 20
Jørgin Dahl letur tveir spildurnýggjar s…
Nú verður lættari at sleppa av við fløsk…
Klaksvíkar kommuna fer at skifta graslík…
Tjørnunes sigla millum Hvannasund, Svíno…
Ein vinarlig áheitan frá Miðflokki­num ti…
Framtak hevði eitt gott ár í 2023
Varpið fær tríggjar milliónur frá løgtin…
Tunga ferðslan darvað av kommununi
Randi á Bergi í starv hjá Blueberry Avia…
Watch Me I'm Free
Teitur spælir Poetry and Aeroplanes á G!
Nýggir kavarar fingið prógv
Takk fyri sýnda samkenslu
Dávið Ryan ætlar at gerast altjóða flogb…
Kunnandi fundur um nýggjar bátabrúgvar á…
Tað vakra hugtekur øll - hvussu skapa vi…