Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hey, Lovisa Petersen Glerfoss

SKRIVAÐ: Høgni Mohr  |  22.12.2020 - 13:09 Lesarabrøv Mentan

Eg eri sera keddur um, at tú vegna Ráðið fyri ferðslutrygd alment tekur undir við, at vit, sum súkkla, ikki sleppa at brúka Eysturoyartunnilin. Tað er nógv fyri, at tit hava hasa støðuna, og uppaftur verri, at tit enntá melda alment út, sum gjørt verður gjøgnum teg sum leiðara!

Ferðslutrygd er sanniliga eisini grundað á, at so nógv fólk sum møguligt súkkla heldur enn koyra bil. Harumframt eru nógvir samfelagsligir fyrimunir av at súkkla - til dømis minni innflutningur, færri sjúkur og færri vanlukkur!!!


Óvikiliga grundprinsippið, eisini hjá Rff má vera, at friðarligar súkklur hava minst líka góðan rætt sum larmandi bilar. Og eg havi einki talað um umhvørvisfyrimunirnar, ið snúgva seg um at bjarga sjálvum heiminum undan oyðilegging vegna dálking og útlát av veðurlagsgassi. Ikki tær at siga, so kemur hetta gassið fyri ein stóran part frá bilum!


Nú havi eg so skrivað hesi orð, men í veruleikanum havi eg ikki orð fyri, hvussu ómetaliga vónbrotin eg og mong við mær eru av tí, sum tú ert siterað fyri í miðlunum. At Ráðið fyri ferðslutrygd er blivið kølarafigurur hjá sonevndu bilismuni, ið øll vælmeinandi fólk á ferðslu- og umhvørvisøkinum royna at tálma, er so syrgiligt, at tað ikki sigist frá tí.


Gleðilig jól.


Heilsan


Høgni Mohr

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hitabylgjur verða sannlíkt vanligari kom…
Móðir KÍ-leikarar í skelkandi tapi
Varpið vorðið miðdepilin í Klaksvík
Upptakt: KÍ-07 Vestur
Føroyar í hálvfinaluni eftir sigur á And…
- Errin bjóða vit øllum heiminum inn til…
Jógvan Júst talar í Betesda sunnudagin
Føroysku flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu 3-0 á…
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…