Lýsing
Lýsing
Lýsing
Skiftandi veður í vikuni. Ikki nógvur vindur fyrr enn í vikuskiftinum. | Mynd: Undirritaði

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  04.01.2021 - 09:35 Tíðindi Veðrið

Hesa vikuna fer veðrið at vera eitt sindur skiftandi. Lágætt í dag og morgin, luftin kemur úr einum øki 1000 fjórðingar sunnan fyri okkum, men so høgætt mikudagin og hósdagin. Tá kølnar, hitalagið fer niður ímóti frostmarkinum. So skiftir aftur til útsynning. Í vikuskiftinum verður eitt sindur av vindi vestaneftir.

Í dag – mánadag – er útsynningur. Vindferðin er 5 til 10 m/s. Út á seinnapartin minkar vindurin niður um 5 m/s. Turt allan dag og fyri tað mesta skýggjað. Hitin í dag liggur um 6 stig.

Í morgin – týsdagin – er framvegis útsynningur. Vindferðin um morgunin undir 5 m/s, men út á dagin veksandi upp í 5 til 10 m/s – t.e júst øvuft sum í dag. Skýggjað og turt í morgin, men tó seint á kvøldi ella um midnáttarleitið fer at regna. Hitin í morgin um 6 stig.

Mikudagin fer veðrið at skifta aftur. Útsynningur, 5 til 10 m/s, um náttina og tíðliga um morgunin, men fyrrapartin støkkur hann upp í útnyrðing, og vindurin minkar niður um 5 m/s. Avfall alla mikunátt og morgun, men tað slítur í, tá ið ættin støkkur upp í útnyrðing. Mikudagin fer hitalagið at lækka niður í 1-2 stig.

Hósdagin fer ættin at vera útnyrðingur-norðan. Vindferðin fer at liggja um 10 til 15 m/s. Ælaveður allan dagin við vátakava ella kava. Hitin fer at liggja um frostmarkið.

Fríggjadagin fer ættin aftur at skifta. Hann fer at koma av útnyrðingi um náttina, men um tíðliga á morgni fer ættin niður í útsynning. Vindurin fer at minka um náttina niður um 5 m/s um náttina, men veksur aftur av útsynningi út á dagin og um kvøldið; á midnátt eru 10 til 15 m/s. Ælaveður við vátakava ella kava um náttina, men út á dagin eru ælini regn. Fríggjadagin fer hitalagið at kvinka seg uppeftiraftur – av frostmarkinum um morgunin og upp í eini 6 stig um kvøldið.

Leygardagin er útsynningur og vestan. Vindferðin fer at liggja um 10 til 15 m/s um náttina og á morgni, men veksur upp í 13 til 18 m/s út á seinnapartin; um kvøldið minkar aftur. Eitt brúgvalag við einum blandi av regni og kava fer at leggja leiðina framvið leyganátt og -morgun. Eftir tað er ælaveður við kava. Hitalagið leygardagin fer aftur at lækka niður ímóti frostmarkinum.

Sunnudagin fer ættin úr vestri og upp í útnyrðing. Vindferðin allan dagin um 13 til 18 m/s og allan dagin ælaveður við kava. Hitalagið fer at liggja um frostmarkið og nøkur stig upp.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival
Julian føroyskt met á 5 km og danskur me…
Myndarøð: Upplatingarveitsla á KG
Kythira! -Ella kanska ikki?
Hitabylgjur verða sannlíkt vanligari kom…
Móðir KÍ-leikarar í skelkandi tapi
Varpið vorðið miðdepilin í Klaksvík
Upptakt: KÍ-07 Vestur
Føroyar í hálvfinaluni eftir sigur á And…
- Errin bjóða vit øllum heiminum inn til…
Jógvan Júst talar í Betesda sunnudagin
Føroysku flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu 3-0 á…
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…