Lýsing
Lýsing
Lýsing

Helmingurin av kommununum partur av Talgildu Føroyum

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  12.01.2021 - 12:35 Tíðindaskriv Tíðindi

Áleið 38.000 føroyingar eru fevndir av kommunala samstarvinum við Talgildu Føroyar

Fyri jól gjørdu sjey kommunur avtalu við Fíggjarmálaráðið um Talgildu Føroyar. Við í avtalunum eru 15 av 29 kommunum knýttar í talgilda undirstøðukervið. Seinastu kommunurnar at gera avtalu við Fíggjarmálaráðið eru: Vágs, Tvøroyar, Hovs, Skúvoyar, Kunoyar, Viðareiðis og Fugloyar kommuna.

Talgildu Føroyar hava nú samstarv við kommunur kring alt landið, frá høvuðsstaðnum til minstu kommunurnar. Áleið 38.000 føroyingar eru fevndir av kommunala samstarvinum við Talgildu Føroyar.

Samanlagt rinda hesar kommunurnar 19 mió. kr. fyri menning í Talgildu Føroyum. Avtalurnar hava við sær, at kommunurnar um stutta tíð fara undir at menna talgildar tænastur til borgarar sínar á Vanganum. Tórshavnar Kommuna, sum gjørdi avtaluna í 2018, hevur longu fingið ment tænastur á Vangan.

Ein av stóru fyrimununum við eini felags menning er, at nógv kann endurnýtast – stovnar og kommunur fáa sostatt stóra nyttu úr samstarvinum. Hetta er eisini til stórt gagn fyri allar føroyingar, tí uttan mun til, hvar tú býrt, fært tú atgongd til talgildar tænastur á høgum støði, har trygd og skynsemi eru sett í miðdepilin.

Eins og vegir og tunlar knýta oyggjarnar saman, knýtir talgilda undirstøðukervið føroyingar saman við nærleika, tryggleika og góðum samstarvi millum landið og kommunurnar. Vit eru væl ávegis einum talgildum vælferðarsamfelag, har allir føroyingar fáa atgongd til somu tænastur” sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.
Áhugin fyri loysnunum hjá Talgildu Føroyum er stórur. Síðan Samleikin og Vangin vóru tiknir í nýtslu í oktober í fjør, hava knapt 9.000 fólk skrásett seg sum brúkarar. Við nýggju avtalunum vænta Talgildu Føroyar, at áhugin fer at gerast enn størri.

Á www.samleikin.fo sært tú, hvussu tú fært Samleikan og ritar inn á m.a. Vangan.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Yvir 21 milliónir bilar verið ígjøgnum N…
Vága Floghavn 9,4 milliónir í halli
Lands­stýris­maðu­rin hitt starvs­felagar úr…
Rósa og Elisabeth í praktik í kommununi 
Lands­stýris­maðu­rin á fisk­vinnu­messu í Ba…
Skip liggja við heimarukai
Atlantic Airways: Hall hóast ferðafólkam…
Símun: - Eg vildi vita meira um veðrið o…
Sommerson Band á Country Festivali­num
Skulu vit hava fólkaræði ella teknokrati…
Standmynd avdúkað í Oyndarfirði sunnudag…
Miðflokku­rin – lands­fundu­rin 2026
Veðrið í dag
Klassika­rin snýr seg um at umganga krepp…
Megnar Mjølnir at endurvinna steypakappi…
Aftur í ár var skipað fyri ársins vitana…
Ikki eiti á samgongubyrjan- 20. mió oyra…
Blátt við nýggjum staklagi
Javningin av almanna­pensjónum
Broytingar í ferðsluni uttanfyri Christi…