Lýsing
Lýsing
Lýsing

Næmingaráðið ynskir at hava ávirkan

SKRIVAÐ: skulatrod.fo  |  18.01.2021 - 11:22 Tíðindi

11. desember var næmingaráðsval á Skúlatrøð. Vallistarnir vóru sterkir, og næmingarnir gjørdu eitt ávíst arbeiði fyri at verða valdir.

Næmingarnir á listunum vóru úr 4. til og við 9. flokki. Í 9. flokki var Leivur uppstillaður sum einasta valevni og var tí afturvaldur uttan val. Men hinir árgangirnir vóru á vali og fleiri valevni vóru at velja í – sjey úr 4. flokki, seks úr 5. flokki, fimm úr 6. flokki, sjey úr 7. flokki og trý úr 8. flokki.

Tá ið valúrslitið var greitt, vóru tað hesi, sum tóku sætið í næmingaráðnum á Skúlatrøð:

Hans Andrias fyri 4. flokk
Kaleb fyri 5. flokk
Pætur fyri 6. flokk
Birita fyri 7. flokk
Sonhard fyri 8. flokk og
Leivur fyri 9. flokk

Tey skipaðu seg eftir valið, har Sonhard gjørdist formaður, Leivur næstformaður, Kaleb kassameistari og Birita skrivari.  

Limirnir í næmingaráðnum hava ymisk hjartamál, ið tey ynskja at arbeiða fyri. M.a. at skapa trivnað á skúlanum, fáa fleiri talvborð í miðhøllina, at teir yngru næmingarnir fáa inniloyvi, fáa spegl inn í skúlastovurnar, ein betri vøll í skúlagarðinum og fleiri leikur, so meira er at gera í fríkorterinum. Eisini hevði verið deiligt við matarskipan á skúlanum, so matpakkin ikki var neyðugur.

Tosað varð um, hvussu næmingarnir kunnu arbeiða fyri at fremja tað, tey arbeiða fyri. Hvønn skulu tey seta seg í samband við o.s.fr. Og síðani er uppgávan at raðfesta. Hvat ber til at arbeiða við nú, og hvat skal arbeiðast við yvir longri tíð.

Nú verður spennandi at fylgja við, hvussu næmingaráðið fer at arbeiða. Skúlin virðismetir, at næmingar taka hetta í álvara, og at tey ynskja at hava ávirkan.
 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mileta í Mjølnir!
Prógvhandanin 2026
Laila & Malan á Summar Festival
Stórur áhugi fyri HM 2027: Telefonir­nar…
Skal bussskýlið sprongj­ast í luftina?
Føroyski stuttfilmu­rin “Eingin veit á mo…
Kunning um royndar­loyvi eftir reyðæti
Norð­urlendska tollsamstarvið styrkir eft…
Nú kennir KÍ sínar báðar møguleikar í 2.…
Páll Müller aftur í Team Klaksvík!
Swangah á Voxbotn 2026
Tríggir næmingar fáa prógv
Ein ferð gjøgnum Jákupsbrævið við Petur…
Hvat er ætlanin við Ídni?
Jenis spyr lands­stýrismannin um framtíði…
Reisigildi uppi á Deild í Mikladali
Johnny er formaður í grønlendsku Nýskipa…
Páll Müller satsar uppá hondbóltin
KÍ skal spæla móti FC Atert Bissen
Sí lutakastið her