Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nú kemur innandura Spæliland

SKRIVAÐ: Óli M. Lassen   |  20.01.2021 - 15:39 Politikkur Tíðindaskriv

Enn eitt tilboð til barnafamiljurnar í okkara kommunu. Nú er grivið út fyri Spælilandinum og tá Bláa skýlið er liðugt verður fari ígongd við at byggja innandura spæliland ella rørsluhøll sum tað eisini kallast.

Tað er Norðhús sum vann útbjóðingina. Bygningurin verður eystanfyri svimjihøllina. Talan er um ein bygning uppá 800 fermetrar og kostnaðurin er góðar 12 mió. Kr. Við leikum og innbúgv kostar spælilandið góðar 14 milliónir krónur.

Undanfarna samgonga hevði hetta við í samgonguskjalinum. Býráðið samtykti hesa verkætlan í januar 2020 og var sáttmáli undirskrivaður við Norðhús í summar. 

Býráðið stendur saman um gjørdu fíggjarætlan fyri 2021 sum var einmælt samtykt í november.  Í ár eru. Játtaðar eru 6 milliónir krónur til byggingina í ár. Rokna verður við, at bygningurin stendur liðugur í 2022.  

Ein rørsluhøll verður til gleði hjá børnum og barnagørðum og har børnini kunnu betra síni motorisku evnir. Eisini er gott at sleppa innandura at spæla, tá regn og vetrarstormar leika á. Í Tórshavn hevur borgarstjórin Heðin Mortensen eisini lova, at spæliland verður í Tórshavn og í degi & viku undan valinum kom sjónliga fram hvussu nøgd fólk sjónvarpið tosaðu við vóru um at fáa eitt spæliland. Men aftur her kunnu vit fegnast um, at okkara kommuna eisini er fremst á hesum økið. 



Lýsing
Seinastu tíðindini
Løgmaður á fundi við donsku stjórnina
Prógvhandan á Serbreyt­ini
Anna Lovisa og Bjarki á OY Voxbotn 2026
Upptakt: Víkingur-KÍ
KÍ kvinnur møta spennandi mótstøðu
Trivnaðar­nevndin á kunningarferð á Klaks…
- Klaksvíkar Havn fær Ídni til sítt virk…
KÍ hevur kunngjørt nýggjan málverja
Nú kunnu GTA-fjepparar seta kross í kale…
Nøkur fá orð Mads Nørregaard Nielsen t…
Serstakt franskt skip í Leirvíksfirði
Klaksvíkar Handils­felag: Opið til kl. 22…
Meistarar eftir óhoyrt framlop
Champions League lutakast hjá KÍ kvinnum…
KÍ fær teir torførastu dystirnar nú
Borgar­stjó­rin vitjar Norðlýsið
Samstarvsavtala um integratión fyri norð…
Stangavegur skal asfalterast
Ítrótta- og rørsluvikan “Vit eru við” ve…
Fyrstu 100 árini hjá VB útgivin í sersta…